POLITIKKUR
Um vikuskiftið hevði Sosialurin samrøðu við Kaj Leo Johannesen, formann í Sambandsflokkinum, har hann m.a. greiddi frá, at hann hevði fingið vissu fyri, at Alfred Olsen, næstformaður í flokkinum, atkvøddi við samgonguni, hóast hann hevði tikið seg úr henni.
Kaj Leo Johannesen viðgekk tó, at talan var um eina undarliga støðu.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður og samgonguleiðari, segði m.a. at í politisku skipanini kann eingin sæta sær sjálvum, og at ætlanin var at hava fund innan tingfundin 23. januar.
Bjørn á Heygum, advokatur og fyrrverandi sambandstingmaður, kallaði støðuna hjá Alfred Olsen eina andsøgn.
Eingin samgongufundur um Alfred
Sosialurin hevur roynt at fingið orðið á Alfred Olsen um støðuna, nú hann eftir øllum at døma stendur uttan fyri samgonguna, men hann hevur ikki svarað, tá vit hava ringt. Vit høvdu ætlað at spurt Alfred Olsen, um hann heldur fram sum formaður í Løgtingsins rættarnevnd, og givið honum møguleika at gjørt viðmerkingar til útsagnirnar hjá m.ø. Jóannes Eidesgaard og Bjørn á Heygum. Men hetta hevur sum nevnt ikki eydnast.
Spurdur, hvat formaður Sambandsfloksins heldur um, at fjølmiðlar ikki fáa orðið á næstformannin í flokkinum, sigur Kaj Leo Johannesen:
- Tað havi eg onga viðmerking til.
Kaj Leo Johannesen, sigur, at eingin fundur hevur verið í samgonguni um formannin í Rættarnevndini, Alfred Olsen.
- Tað er einki hent enn. Eg havi einki frætt enn, sigur Kaj Leo Johannesen, tá hann verður spurdur, um hann hevur fingið fundarboð frá løgmanni.










