Føroyski útflutningurin av alifiski er vaksin 37 prosent fimm teir fyrstu mánaðirnar í ár, aftur ímóti í fjør.
Samstundis er alifiskur okkara størsta útflutningsvøra.
Tilsamans er okkara útflutningur vaksin trý prosent fyrstu fimm mánaðirnar í ár, aftur ímóti í fjør.
Men tað er greitt, at tað er alifiskurin, sum bjargar støðuni og ger, at talan er um ein vøkstur, tí var hann ikki, hevði talan verið um eina stóra minking.
Fyrstu fimm mánaðirnar í ár útfluttu vit tilsamans fyri 2.049 milliónir. Tað eru 54 millionir meiri enn fyrstu fimm mánaðirnar í fjør tá ið útflutningurin var 1.995 milliónir.
Men hevði alivinnan ikki verið, hevði staðið illa til við útflutninginum.
Fyrstu fimm mánaðirnar í ár, útfluttu vit alifisk fyri heilar 986 milliónir og tað eru 265 milliónir, ella 37 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør, tá ið vit útfluttu alifisk fyri 721 milliónir krónur.
Annars er allur annar útflutningur av nøkrum sum helst týdningi, minkaður.
Útflutningurin av botnfiski er minkaður 16 prosent, úr 619 milliónum í fjør, niður í 517 milliónir í ár.
Útflutningurin av uppsjóvarfiski er minkaður 9 prosent, úr 282 milliónum í fjør, niður í 256 milliónir í ár.
Og útflutningurin av ymsum fiski og fiskaúrdrátti, er minkaður 2 prosent, úr 150 milliónum fimm teir fyrstu mánaðirnar í fjør, niður í 147 milliónir í ár.
Av øðrum vørum hava vit útflutt fyri 52 milliónir í januar til mai í ár og tað er 32 prosent minni enn í fjør.
Annars stendur útflutningurin av bornfiski í tonsum, annars í stað, hann liggur um góð 24.000 tons, men prísurin er altso munandi fallin.
Tað sama ger seg galdandi fyri alifiskin, har hava vit bæði árini eisini útflutt gott 24.000 tons, men har er prísurin altso munandi hækkaður.
Útflutningurin av botnfiski hevur bara verið 149 tons størri fyrstu teir fimm mánaðirnar í ár enn útflutningurin av alifiski var.










