Alfreð Gíslason hevur tikið út týska HM-hópin

Týskland spældi tveir Play Off dystir móti Føroyum fyri at vinna seg í HM-endaspælið

Frá seinna Play Off dystinum millum Føroyar og Týskland í høllini á Hálsi 16. apríl

Liðið sum mátti knógva Føroyar í tveimum Play Off dystum í páskavikuni í vár fyri at sleppa til HM-endaspælið, Týskland hevur nú kunngjørt sín HM-hóp.

 

Íslendski landsliðsvenjarin hjá Týsklandi, Alfreð Gíslason hevur kunngjørt hendan hópin, ið skal kappast í HM-endaspælinum í Svøríki og í Pólandi:

 

Málverjar:

Andreas Wolff, Lomza Industria Kielce.

Joel Birlehm, Rhein-Neckar Löwen.

 


Útileikarar:

Rune Dahmke, THW Kiel.

Lukas Mertens, SC Magdeburg.

Lukas Zerbe, TBV Lemgo Lippe.

Patrick Groetzki, Rhein-Neckar Löwen.

Julian Köster, VfL Gummersbach.

Philipp Weber, SC Magdeburg.

Paul Drux, Füchse Berlin.

Juri Knorr, Rhein-Neckar Löwen.

Simon Ernst, SC DHfK Leipzig.

Luca Witzke, SC DHfK Leipzig.

Djibril M`Bengue, Bergischer HC.

Kai Häfner, MT Melsungen.

Christoph Steinert, HC Erlangen.

Johannes Golla, SG Flensburg-Handewitt.

Jannik Kohlbacher, Rhein-Neckar Löwen.

Tim Zechel, HC Erlangen.

 

Týskland er í bólki saman við Katar, Serbia og Algeria. Fyrsti dysturin verður móti Katar 12. januar. 

 

7. og 8. januar spælir týska liðið venjingarlandsdystir móti Íslandi í Bremen og Hannover.

 

Frá seinna Play Off dystinum millum Føroyar og Týskland í høllini á Hálsi 16. apríl