Alheimurin savnaður á Háskúlanum

14-ára gomul børn úr níggju ymiskum londum búleikast í hesum døgum á Háskúlanum í Havn. Tey eru á CISV-legu í Føroyum, har tey skulu verða í góðan mánað.

Í hesum døgum verður skipað fyri CISV- legu í Havn. Talan er um eina legu fyri 14 ára gomul børn úr øllum heiminum.
Børnini á leguni koma úr Brasilia, Finnlandi, Íslandi, Filipsoyggjunum, USA, Italia, Grikkalandi, Spania og Føroyum. Útlendsku luttakararnir komu til landið seinast í juni mánaði, og legan verður til 23.juli.
Fyrstu dagarnar búðu børnini hjá føroyskum familjum kring landið. Hetta er fastur siður á CISV-legum, og er gjørt við tí fyri eyga, at útlendsku gestirnir alt fyri eitt fáa møguleikan at seta seg inn í føroysk viðurskifti.
Eftir, tey høvdu verið hjá familjunum, komu tey aftur á leguna á Háskúlanum. Meðan dagarnir hjá familjunum ikki vóru so bundnir hjá lutakarunum, so skulu tey á leguni fylgja einum skemaði. Tey 14-ára gomlu sleppa saman við leiðarunum á leguni seta sín dám á skemaði.
Dagurin byrjar vanliga við morgunmati klokkan níggju. CISV flaggið verður síðan vundið á stong. Dagarnir eru síðani skipaðir við ymiskum fjøllbroyttum aktivitetum. Fyrstu dagarnar varð serliga dentur lagdur á at fáa børnini at kenna hvønnannan, og tískil fór nógv tíð við spæla navnaspøl o.a.
Seinastu vikuna hava aktivitetirnir verið meira fjøllbroyttir. Nevnast kann, at ein dagin skuldu tey sjálvi finna vegin til Kirkjubøar við at tumla, og seinni á leguni skulu tey á útferð til Vestmannabjørgini. Dagarnir enda vanliga um 10-11 tíðina, tá CISV flaggið verður tikið niðuraftur, og sangur er á skránni.

Háskúlin vælegnaður
Tað eru tær fýra, Malla Dam, Ása Trúgvadóttir, Maria Johannesen og Annika Eidesgaard, sum hava fyriskipað fyri leguni á Háskúlanum. Tær hava allar seinastu mongu árini nýtt stóru orku til CISV- arbeiðið, og tær leggja ikki lok á, at tað skal ein stór fyrireiking til fyri at fáa ein slíka legu á føtur. Spurdar, um hvussu Háskúlin er egnaður sum legupláss, svarar tær, at skúlin er frálíkur.
?Háskúlin er sera vælegnaður, tí børnini eru saman alla tíðina á einum stað, og endamálið við leguni er júst at samantvinna børnini, og tí riggar skúlin stak væl, sigur Maria Johannesen.
Á Háskúlanum eru børnini flokkað í kømur, har búgva tvey ella trý saman. Tey hava eitt frítíðarrúm, har stórur partur av fríløtunum verður nýttur til at lurta eftir tónleiki, lesa bøkur og spæla kort. Umframt matsal, so hevur skúlin eisini fimleikahøll, og í henni verða fleiri av aktivitetunum fyriskipaðir.