Alibrúk meldað fyri brot á umhvørvislógina

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur meldað nøkur alibrúk til fútan fyri ikki at halda tær treytir, sum settar verða í umhvørvisgóðkenningini. Talan er um botnkanningar, sum alarar skulu gera á hvørjum ári, ið starvsstovan ikki hevur fingið

 

Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, upplýsir, at nøkur fá alibrúk eru meldað, tí tey ikki hava sent botnkanningarnar inn til góðkenningar. Hann vil ikki siga, hvørji ella hvussu nógv alibrúk talan er um.

Løgreglan váttar, at alibrúkini eru melda, og tey arbeiða við málinum í hesi stund. Løgreglumaðurin við hesum málinum um hendi sigur, at talan er um eini 4-5 alibrúk, sum teir skulu kanna.

Øll alibrúk skulu hava eina umhvørvisgóðkenning. Henda góðkenningin ásetir nakrar treytir, sum alararnir skulu lúka. Ein av teimum er, at alararnir á hvørjum ári skulu gera botnkanningar undir ringunum.

Ikki øll alibrúkini hava gjørt hesar kanningar og sent tær til góðkenningar á Heilsufrøðuligu Starvsstovuni, sum hevur umhvørvisgóðkenningarnar um hendi. Umhvørvisgóðkenningarnar eru partur av umhvørvislógini.


Roynt at fingið kanningarnar

? Alibrúkini eru melda fyri brot á umhvørvisgóðkenningarnar, sum eru tengdar at umhvørvislógini. Um treytirnar í góðkenningunum ikki verða fylgdar, og um vit ikki fáa tær upplýsingar, sum vit skulu hava, so má fútin taka sær av málunum, sigur Bárður Enni.

Fútin fekk boð um vantandi botnkanningarnar einaferð í mars mánaði.

? Tá vit við at halda fundir og tosa saman ikki hava fingið alararnar at gera tað, sum gerast skal, so eru vit noyddir at beina tað til fútan, sigur Bárður Enni.

Í hesum botnkanningum skal botnurin kannast fyri dálkingarparametrar. Eisini skal innihaldið av tungmetallum skrásetast, iltsvinn og djórlív skulu harumframt kannast.

Bárður Enni leggur tó dent á, at tað er ógvuliga keðiligt at fara til fútan við hesum fáu málunum, men tað er neyðugt í onkrum førum. Hinvegin er støðan innan alivinnuna sum heild góð, hvat kanningum viðvíkir, men enn verða hesi úrslit ikki nýtt aktivt, heldur Bárður.


Alarar bera seg ikki undan

Hans Jacobsen, formaður í Føroya Havbúnaðarfelagi, heldur ikki, at alarar í Føroyum fara lætt um umhvørvisspurningin.

? Talan er um nakar tíðarfreistir, sum ikki eru hildnar, og so koyrir Heilsufrøðiliga Starvsstovan málini til fútan. Tað er eitt amboð, teir brúka fyri at fáa kanningarnar avgreiddar skjótari, sigur Hans Jacobsen, formaður í Havbúnaðarfelagnum.

Hann vísir á, at veðrið til slíkar kanningar ikki hevur verið til vildar í vetur, og at kanningarnar taka tíð at gera. Eisini sigur hann, at starvsstovan ikki hevur verið serliga skjót at avgreiða sín part av hesum arbeiðnum.

? Strangari krøv verða javnan sett okkum alarum, og so skal mann finna nýggjar mannagongdir, og tað tekur sína tíð, heldur Hans Jacobsen.

? Talan er ikki um at fara lætt um umhvørvið, men nakrar kanningar, sum ikki eru gjørdar til tíðina.