Endamálið við hesi miðstøðini er at røkka ungdómum, sum eru í vanda fyri at enda á gøtuni, bólkum og rúsevnum, og fáa tey áhugað í tónleiki ístaðin. Kostnaðurin verður mettur til oman fyri 40 mió kr.
Hesi tíðindini koma helst óvart á mong, tí Cooper er annars kendur fyri at brúka livandi slangur og falskt blóð á konsertum sínum.
- Fært tú ein ungan at vísa sama íðinskap fyri einum guittara sum fyri sølu av narkotika, verður lív hansara broytt í somu løtu. Tað eri eg púra vísur í, sigur 59 ára gamli rokkarin.
Cooper gjørdist endurføddur kristin fyri meiri enn 20 árum síðani, tá hann stríddist við at sleppa undar misnýtslu av rúsdrekka, skrivar blaðið New Zealand Herald.
Nú hevur hann staðið á odda fyri at savna inn meiri enn 12 mió kr. fyri at seta ætlanina í gongd.
Miðstøðin fær navnið Kletturin, og har verða m.a. eitt upptøkustudio, konserthøll og eitt kaffihús við einum palli til artistar av alskyns slagi.
- Virksemið á miðstøðini fer at hava ein kristnan yvirtóna, skrivar blaðið.