Landskassaroknskapur
Karsten Hansen, landsstýrismaður heldur lítið um roknistykkið hjá næstformanninum í sambandsflokkinum í Dimmalætting nú ein dagin.
Har hevði Alfred Olsen, roknað seg til, at landskassans í ár fór at hava eitt undirskot upp á ímillum 300 og 400 mió. krónur.
? Hetta er ein áhugaverd útrokning, men hon er tíbetur púrasta skeiv, sigur Karsten Hansen.
Hann sigur, at nýggjasta metingin hjá Fíggjarmálaráðnum vísur tvørturímóti, at landskassin í ár fer at hava eitt avlop upp á 100 -150 millónir krónur.
? Tað vil siga, at Alfred Olsen skjýtur 450 mió. ella nærum eina hálva milliard krónur við síðuna av. leggur hann afturat.
Púrasta misskilt
Karsten Hansen sigur, at tað, sum Alfred Olsen púrasta hevur misskilt, er, at hann tekur tølini fyri fyrra hálvár í ár og faldar tey við tvey og so kemur hann fram til, at undirskotið hjá landskassanum í ár verður 300-400 milliónir.
? So einfalt er roknistykkið ikki, sigur Karsten Hansen.
Hann sigur, at tað er stórur munur á, hvussu útreiðslurnar hjá landskassanum ígjøgnum árið fella og tað er eisini stórur munur á, hvussu inntøkurnar fella.
? Eitt nú vita vit, at inntøkurnar av partafelagsskattinum og rentuskattinum koma ikki, fyrrenn í seinnu helvt í ár.
Hinvegin vita vit eisini, at vit hava goldið 200 milliónir í rentu av statsláni og vit hava goldið fyrsta gjaldið upp á 89 milliónir til nýggja suðuroyarskipið.
? Hetta eru gjøld, sum fella í fyrra hálvárið, men sum eru galdandi fyri alt árið og Karsten Hansen sigur, at fleiri slík dømi eru.
Hækka slakar 200 milliónir
Karsten Hansen sigur, at tá ið mett verður um roknskapin hjá landskassanum, eiga vit at leggja upp fyri, at útreiðslur og inntøkur ikki fella javnt yvir alt árið.
?Tí ber heldur ikki til at samanbera tøl fyri fyrra hálvár við tølini fyri seinna hálvar.
? Skal nøkur meting gerast við skili í, er tað rættast at samanbera 1. juli í ár við 1. juli í fjør.
Hann sigur, at í juli í fjør átti landskassin 1.866 milliónir í Landsbankanum, men 1. juli í ár er gjaldið komið upp á 2.048 milliónir.
Talan er sostatt ein hækking uppá knappar 200 mió. krónur og ikki eina lækking uppá 400 milliónir, sum Alfred Olsen vil vera við.
Landskassin átti 1. januar í ár 2.458 milliónir í Landsbankanum og mett verður, at talið verður á leið tað sama 1. januar komandi ár, men hetta er eftir, at avdráttur er goldin av landskassans skuld fyri 2002.
At enda upplýsir Karsten Hansen, at hesi seinastu fýra árini eru umleið 800 milliónir goldnar av skuldini hjá landskassanum.
Útfrá sínum egna roknistykki, legði Alfred Olsen sostatt eisini upp til, at var samgongan ábyrgdarfull, legði hon eina fíggjarlóg fram, har almennu útreiðslurnar vórðu lækkaðar
? Tað er tað ongin orsøk til, sigur Karsten Hansen. Men sjálvsagt miðja vit eftir at tálma útreiðslunum, og tað haldi eg, at allir politikarar eru samdir um- eisini sambandsfólk.