púra óvist, nær flogferðslan kemur í rættlag aftur. Loftrúmið yvir Danmark er stongt til klokkan eitt í nátt og somuleiðis hava 23 onnur lond í Evropa stongt loftrúmið í allan dag Forsagnirnar benda ikki [...] at ein broyting kann koma í til tað betra. Samstundis siga íslendskir jarðfrøðingar, at ongi tekin eru til, at eldgosið viknar. Annars hevur Atlantsflog ætlað at flogið til Noregs í dag, sum eina neyðloysn [...] Atlantsflog hevði annars lúrt upp á at flogið t il Bergen ella til Oslo, men sum tíðindini vóru úr Noregi í morgun, verður tað meiri enn ivasamt.
MC-gudstænastan, sum skuldi verða í Mariukirkjuni seinasta leygardag, verður í morgin 24. apríl. Undir gudstænastuni, sum byrjar kl. 16, verða tvey innsløg. Barbara og Noé Chaparro koma at syngja og framføra sangir [...] gudstænastuni, sum er almenn og øll eru vælkomin. Eftir gudstænastuna bjóðar meinigheitin í Mariukirkjuni til kaffihugna í kirkjukjallaranum. [...] sangir, sum Noé sjálvur hevur skrivað. Countrysangarin Ragnar í Vík kemur at framføra tveir gospelsangir saman við systkjunum Mirjam og Sofusi. Talan er um sangir, sum Hank Williams hevur skrivað. Mikal
Í góðveðrinum í gjár varð farið úr Sumba. Eini 120 høvdu bundið sær lissurar og stillað stoppurið og hildu leiðina norður gjøgnum tunnilin til Vágs. Í gjárkvøldið var aftankvirra í Vágs kirkju. Í morgun [...] tvífaldað í ár, sæst, at tiltakið hevur vaksandi undirtøku millum fólk. Eisini íslendingar hava frætt og eru eini 30 úr grannatjóðini fyri norðan komin at taka lut. Teir fyrstu luttakarnir koma á mál í Sandvík [...] norður til Trongisvágs. Sunnudagin verður runnið til Sandvíkar og á vegnum verður motiónsguðstænasta í Hvalba. Við eru rennarar og gangarar úr øllum Føroyum og øllum aldursbólkum, bæði eliturennarar og
Bólkurin er í roynd og veru vorðin kendur fyri at koma við øðrvísi hugskotum og verkætlanum. Og hóast 3D filmar ikki eru nakað nýtt fyribrigdi, so er tað kortini nýtt í tónleikahøpi. Hetta veit eb.dk í dag. [...] Metallica boðar nú frá enn einum øðrvísi átakið. Danski Lars Ulrich og hinir rokkararnir í tí amerikanska bólkinum boða nú frá, at teir fara at gera ein 3D film um Metallica. Filmurin, sum bólkurin sjálvur
Donsku politistarnir, sum eru í serligum ørindum í Føroyum, vóru áskoðarar í grindadrápinum í Vestmanna í gjár Tá ið grind er, bera fólk altíð ótta fyri, at fólk frá umhvørvisfelagsskapum eru millum á [...] r meldaðu sýslumenninar í fjør. Teir báðir donsku politistarnir upplivdu í Vestmanna í gjár ikki nakað ófantaligt dráp. Grindin gjørdi landgongd, og alt gekk skjótt fyri seg. Í vestmanna eru grindadrápini [...] áskoðararnar. Illgruni er um, at onkur var í Vestmanna í gjár. Men har vóru í hvussu er tveir politistar frá ferðaliðnum hjá ríkispolitinum. Teir eru komnir til Føroya at kanna, um grundarlag er fyri at
Fríggjadagin varð maðurin, sum hevur umsjón við almenna wc´inum í Mylnugøtu í Havn, sligin í høvdið av fullum manni. Illstøða tók seg upp, tá umsjónarmaðurin ikki vildi loyva fullum vitjandi inn við øli [...] almennum wc mitt í býnum í Havn. Hetta noyddist umsjónarmaðurin at sanna, tá nakrir fullir menn komu inn á almenna wc´ið seinasta fríggjadag. Tann eini av monnunum sló umsjónarmannin í høvdið, og noyddist [...] noyddist hann tí á Landssjúkrahúsið til kanningar við smærri snuddum. Løgreglan í Havn sigur, at fulli maðurin, sum gjørdi seg inn á umsjónarmannin, verður skuldsettur fyri harðskap. Orsøkin til, at illstøða
Í gjár var freistin úti at koma við løgtingsmálum til hesa tingsetuna at viðgera. Umleið 100 mál eru komin inn, sigur Hergeir Nielsen, løgtingsformaður. 100 mál er nógv, men tað er ikki nógv, tá ið hugsað [...] móti løgtingsvali, sigur Hergeir Nielsen. Málini eru bæði frá samgongu og andstøðu. Nú fer umsitingin í løgtingum at snikka málini til, og tey verða løgd fram mánadagin og týsdagin, tá ið framløgd mál verða
Í minsta lagi 14 mótmælisfólk lógu eftirá í dag, tá sýriskir trygdarhermenn lupu á mótmælisfólk í býnum Homs, har fólk vóru komin saman at mótmæla stýrinum hjá Bashar al-Assad, forseta. Tíðindastovurnar [...] lk. Samstundis hava teir arabisku uttanríkisráðharrarnir fingið boð um at koma á fund í næstu viku at viðgera viðurskiftini í Sýrialandi. ST og mannarættindafelagsskapir meta, at minst 2.200 fólk hava [...] uppi yvir miðbýnum. Alt telefon- og internetsamband til býin var slitið, áðrenn herurin tók seg inn í býin. Støðugt fleiri lond mótmæla teirri harðrendu framferðini hjá sýrisku myndugleikunum, og leygardagin
fyri føroyskum kappróðri í Hvidovre Havn, Hvidovre Strandvej 31. Hetta er triðja av í alt fýra føroyskum róðrarstevnum, sum verða hildnar í Danmark í ár. Bátar eru mannaðir í fimm bólkum: Gentur, dreingir [...] menn og veteranar, og manningarnar koma frá føroysku róðrarfeløgunum frá Nordhavn. Ishøj, Vestursællandi og Hvidovre. Skrá: Kl. 14.00 - 14.15 Birgit Christensen, forkvinna í Róðrarfelagnum Knørrur, setur stevnuna
næmingar í 8. flokki við Fuglafjarðar skúla verið á seturskúla. Í ár er hesin seturskúlin í leguhúsinum í Nesvík. Hesin seturskúlin er gjørdur við tí í hyggju at samansjóða næmingarnar, sum í roynd ogv [...] takast við í tí dagliga. Millum hesi hava verið ein rúsevnisviðgeri, eitt miðlafólk og fólk frá løgregluni. Í gjár vóru tey útferð í Havn, har tey m.a. stuttleikaðu sær í Bowlinghøllini. Seinnapartin í dag gongur [...] ogv eru koma úr fýra ymiskum bygdum: Fuglafirði, Gøtu, Leirvík og úr Kambsdali. Íalt eru tríggir 8. flokkar hetta skúlaárið. Á seturskúlanum hava tey havt vitjan av ymiskum fólkum, sum hava greitt teimum