Ferðaliðið var í grind

Donsku politistarnir, sum eru í serligum ørindum í Føroyum, vóru áskoðarar í grindadrápinum í Vestmanna í gjár Tá ið grind er, bera fólk altíð ótta fyri, at fólk frá umhvørvisfelagsskapum eru millum áskoðararnar.

Illgruni er um, at onkur var í Vestmanna í gjár.

Men har vóru í hvussu er tveir politistar frá ferðaliðnum hjá ríkispolitinum. Teir eru komnir til Føroya at kanna, um grundarlag er fyri at skuldseta tveir sýslumenn fyri brot á grindareglugerðina. Tveir týskir umhvørvisverndarfelagsskapir meldaðu sýslumenninar í fjør.

Teir báðir donsku politistarnir upplivdu í Vestmanna í gjár ikki nakað ófantaligt dráp. Grindin gjørdi landgongd, og alt gekk skjótt fyri seg. Í vestmanna eru grindadrápini sera væl fyriskipað, so amboðini liggja øll klár, tá ið hvalirnir koma upp á land. Finnbogi Joensen, grindaformaður sigur, at politistarnir vóru ovfarnir, so væl alt gekk.