Metallica í 3D

Metallica boðar nú frá enn einum øðrvísi átakið. Danski Lars Ulrich og hinir rokkararnir í tí amerikanska bólkinum boða nú frá, at teir fara at gera ein 3D film um Metallica.

Filmurin, sum bólkurin sjálvur ætlar at fíggja, verður framleiddur av Charlotte Huggins, sum eisini hevur framleitt 3D ævintýrfilmin “Journey to the Center of the Earth”.

 

Enn er ikki greitt, um talan verður ein um konsertfilm, dokumentarfilm ella okkurt heilt annað.

 

Sambært NME.com leitar bólkurin júst nú eftir einum instruktøri til filmin.

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Metallica boðar frá øðrvísi verkætlanum. Bólkurin er í roynd og veru vorðin kendur fyri at koma við øðrvísi hugskotum og verkætlanum. Og hóast 3D filmar ikki eru nakað nýtt fyribrigdi, so er tað kortini nýtt í tónleikahøpi.

 

Hetta veit eb.dk í dag.