MC-gudstænastan verður í morgin

MC-gudstænastan, sum skuldi verða í Mariukirkjuni seinasta leygardag, verður í morgin 24. apríl. Undir gudstænastuni, sum byrjar kl. 16, verða tvey innsløg. Barbara og Noé Chaparro koma at syngja og framføra sangir, sum Noé sjálvur hevur skrivað. Countrysangarin Ragnar í Vík kemur at framføra tveir gospelsangir saman við systkjunum Mirjam og Sofusi. Talan er um sangir, sum Hank Williams hevur skrivað.

Mikal Bradley, prestur, kemur at prædika, og talvan kemur at ganga til frama fyri donsku Biker Bíbliuna, eins og René Bjørn Buchhave, forseti í danska klubbinum ?MC Kilden?, væntandi kemur at greiða frá um Biker Bíbliuna og tær upplivingar, teir hava á hesum øki.

Tað er motorsúkkluklubburin Cross-Bikers MC Føroyar, ið skipar fyri gudstænastuni, sum er almenn og øll eru vælkomin. Eftir gudstænastuna bjóðar meinigheitin í Mariukirkjuni til kaffihugna í kirkjukjallaranum.