Í gjár var freistin úti at koma við løgtingsmálum til hesa tingsetuna at viðgera. Umleið 100 mál eru komin inn, sigur Hergeir Nielsen, løgtingsformaður.
100 mál er nógv, men tað er ikki nógv, tá ið hugsað verður um, at tað stundar móti løgtingsvali, sigur Hergeir Nielsen.
Málini eru bæði frá samgongu og andstøðu.
Nú fer umsitingin í løgtingum at snikka málini til, og tey verða løgd fram mánadagin og týsdagin, tá ið framløgd mál verða viðgjørd. Mikudagin verða væntandi fyrispurningar á skránni hjá løgtinginum, og vikuna eftir fer tingið undir viðgerðina av teimum 100 málunum.
Hergeir Nielsen væntar ikki, tað verður trupult at avgreiða øll hesi málini, tí fleiri teirra eru tengd at hvør øðrum og kunnu tí viðgerast undir einum.
Tað fer at taka einar tveir mánaðir at viðgera øll málini, metir løgtingsformaðurin.










