Ongin flogferðsla í 24 londum

Enn er púra óvist, nær flogferðslan kemur í rættlag aftur. Loftrúmið yvir Danmark er stongt til klokkan eitt í nátt og somuleiðis hava 23 onnur lond í Evropa stongt loftrúmið í allan dag Forsagnirnar benda ikki á nakra broyting teir fyrstu dagarnar og veðurfrøðingar vænta ikki, at tað verður fyrrenn mikudagin ella hósdagin, at ein broyting kann koma í til tað betra.

Samstundis siga íslendskir jarðfrøðingar, at ongi tekin eru til, at eldgosið viknar.

Annars hevur Atlantsflog ætlað at flogið til Noregs í dag, sum eina neyðloysn, men úr Noregi verður upplýst, at tað er bara frá Kristianssund nakað væl norðanfyri Bergen og norðureftir, at tað er flúgvandi.

Atlantsflog hevði annars lúrt upp á at flogið t il Bergen ella til Oslo, men sum tíðindini vóru úr Noregi í morgun, verður tað meiri enn ivasamt.