Leygardagin 27. august kl. 14.00 skipar Róðarfelagið Knørrur fyri føroyskum kappróðri í Hvidovre Havn, Hvidovre Strandvej 31.
Hetta er triðja av í alt fýra føroyskum róðrarstevnum, sum verða hildnar í Danmark í ár.
Bátar eru mannaðir í fimm bólkum: Gentur, dreingir, kvinnur, menn og veteranar, og manningarnar koma frá føroysku róðrarfeløgunum frá Nordhavn. Ishøj, Vestursællandi og Hvidovre.
Skrá:
Kl. 14.00 - 14.15 Birgit Christensen, forkvinna í Róðrarfelagnum Knørrur, setur stevnuna
Kl. 14.30 - 17.00 Kappróður
Kl. 17.00 - 17.30 Handan av heiðursmerkjum
Undir kappróðrinum er møguleiki fyri at keypa kaffi/te, køkur, sandwich og øl/sodavatn.
Aftan á kappróðurin verður hugni á plássinum, og her verður møguleiki fyri at keypa mat og drekkivørur.
Nærmastu bussar og tok steðga vid Friheden Station, Hvidovre.