14 mótmælisfólk fallin í Sýrialandi

Í minsta lagi 14 mótmælisfólk lógu eftirá í dag, tá sýriskir trygdarhermenn lupu á mótmælisfólk í býnum Homs, har fólk vóru komin saman at mótmæla stýrinum hjá Bashar al-Assad, forseta.

Tíðindastovurnar skriva, at trygdarhermenninir fingu hjálp frá stríðsvognum, og at hernaðartyrlur sveimaðu uppi yvir miðbýnum. Alt telefon- og internetsamband til býin var slitið, áðrenn herurin tók seg inn í býin.

Støðugt fleiri lond mótmæla teirri harðrendu framferðini hjá sýrisku myndugleikunum, og leygardagin fer eitt umboð fyri Arabisku Samgonguna til Damaskus at royna at fáa al-Assad at steðga álopunum á mótmælisfólk. Samstundis hava teir arabisku uttanríkisráðharrarnir fingið boð um at koma á fund í næstu viku at viðgera viðurskiftini í Sýrialandi.

ST og mannarættindafelagsskapir meta, at minst 2.200 fólk hava latið lív, síðani mótmælini ímóti sýriska forsetanum byrjaðu fyri einum hálvum ári síðani.