fólki, sum eru skrásett í Svínoy, men sum búgva og arbeiða aðrastaðni. Eingin fiskimaður er eftir, men onkur er, sum rør út við útróðrarbátum aðrastaðni. - Tað vísti seg eftir kreppuna, at menn, sum sigldu [...] sigur, at nú sær ógvuliga svart út hjá bygdini, og hann stúrur fyri, at hetta verður mønustingurin. - Tá ið mest var at gera á smoltstøðini, vóru eini 6-8 ársverk knýtt at henni, og hann heldur, at hesi [...] Svínoy líka sum hevur koyrt í tómgongd seinasta hálva árið, men støðin hevur verið ein dyggur stuðul, tá ið alt var, sum tað plagdi at vera. Hann heldur, at einir fýra mans vóru knýttir at støðini nú uppundir
Petersen heldur, at fiskifrøðingarnir eiga ikki bara at sleppa við at koma við tilmælum og so einki meira. Teir eiga eisini at hugsa um at fáa samfelagið at koyra víðari. John Petersen sigur, at hann ivast ikki [...] verður at kalla allur flotin lagdur. Tað verður bara onkur hendinga trolari og onkur línubátur, sum kann royna eitt nú á Munkagrunninum. Og tað klárar samfelagið ikki at liva við. Ivasom ráðgeving At John [...] toski undir Føroyum. Og so søgdu somu fiskifrøðingar, at tað vóru náttúrugivnar orsøkir, sum vóru atvoldin. »Nú siga teir aftur, at vit mugu ansa eftir at vit ikki yvirfiska,« sigur John Petersen. »So skulu
Víkingi. - Teir rigga væl til okkara spæl og tað vísur seg at verða torført at spæla móti teimum. Men hesa ferð er triðju ferð og tá plagar at eydnast, sigur Leif Niclasen. Leif Niclasen er toppskjútti [...] Víkingi, tippaði at Víkingur fór at vinna, so er Leif Niclasen vísur í, at tað verður EB/Streymur, ið vinnur. - Eg tippi 2-0 til okkum, sigur Leif Niclasen og leggur skemtiliga afturat, at hann skorar bæði [...] stuttligt at verða toppskjútti í felagnum, men Arnbjørn hevur verið skaddur og skal nokk koma fyri seg. Eg ivist ikki í, at hann yvirhálar meg fyrr ella seinni. Tað kom eitt sindur óvart á, at eg skuldi
vikuskiftið vóru óbodnir gestir umborð á Norðlýsinum, sum liggur við bryggju í Havn. Løgreglan í Havn, sum fekk fráboðan um málið, dugir ikki at siga, um nakað er stolið úr skipinum. Umframt innbrotið umborð [...] ymsastaðni í høvuðsstaðnum. Millum annað hevði onkur gjørt seg inn á dansistaðið Casablanca, og har hevði hurðin fyri skaða. Ein bilførari varð tikin fyri at koyra við kenning fríggjadagin.
mong, mong ár - ja, onkur maður helt í dag fyri, at Lonin tá neyvan hevði verið rænd í eini áttati ár, men tað veit ivaleyst onkur neyvari um at siga. Í dag gjørdist tað, soleiðis sum veðurforsagnirnar søgdu [...] sigini eru nøkulunda eins, og onkur heldur, at kanska er tað norðara betri. Tí høvdu menn roknað við at fingið eini 400-500 nátaegg, um møguleiki var at taka bæði sigini í dag. [...] varð startaður. Lonin, sum er stívliga 300 metrar høg av eggini og í sjógv, er hægsta samanhangandi sig í Føroyum - ja, onkur sigur í øllum heiminum. Tí er eisini púrasta ógjørligt at ræna Lonina við handamegi
kemur sum sagt úr øllum landinum. Til dømis vita tey at siga frá, at tað koma 200 fólk bert úr tí eini bygdini. Og hóast tað ikki er heilt útselt í ár, so verða tað eini 1.800 fólk, sum fara at hugna sær [...] tí aftur. Frá Neistanum verður sagt, at fólk byrja at ringja langt áðrenn at spyrja, nær tað verður. Og tey ætla sær at halda fram við tiltakinum so longi sum fólk koma. Tí tað er vorðið høvuðstiltakið hjá [...] slagararnir, sum aftur verða at hoyra. Og óivað vekja teir góð minnir hjá teimum flestu. Bólkarnir Bólkarnir, sum fara at spælar til dans hetta kvøldið, eru Twilight, Flamingo og Faroe Boys. Uttan at taka nakað
tað verður, sum tað plagar at vera, so verður skráin løgd eina ferð í januar ella februar. Flestu tjóðirnar plaga ikki at vera áhugaðar í at spæla undankappingardystir, fyrrenn endaspælið, sum tey luttaka [...] starvssáttmála við FSF. Vit skilja væl, at hann hevur hug at royna seg sum venjari í 1. deild. Um hann framvegis skal vera knýttur at Fótbóltssambandinum er ein spurningur, sum NSÍ, venjarin og FSF í løtuni viðgera [...] luttaka í, er liðugt. Tað vil siga, at tað er lítið sannlíkt, at undankappingardystir verða á skránni fyrr enn eftir summarfrítíðina. Landsliðið plagar at vera á venjingarlegu í Spania eina ferð eftir ársskiftið
sindur, men tað verður ikki mett, at hann verður førur fyri at spæla tær næstu vikurnar. Tað plagar ikki at liggja til GÍ at dyrgja eftir javnleiki og einum stigi. Teir siga tað heldur ikki beinleiðis, men [...] tað verður spurt eftir, hvørjar orsøkirnar eru, so er tað ógvuliga ofta, at svarið er lyskan ella lærkrikin, sum teir siga, at tað eitur á føroyskum. Henda sama søgan ger seg eisini galdandi í sambandi [...] verið í Gøtu, fara av landinum í dag. Í vikuni hevur ljóðað, at teir skuldu fara til Íslands, har umboðsmaðurin, sum var her við teimum og sum nú býr í Íslandi, skuldi hava fingið teimum fótbóltskjans, men
fiskirættindini, knýtt at skipinum, eitt virði á 250 milliónir krónur – fiskirættindi, ið vórðu givin ókeypis frá landinum. Onkur hevur verið frammi og sagt, at tað at siga, at fiskirættindi onki virði [...] virði hava, er sum at siga, at eitt grundstykki onki virði hevur, fyrr enn hús er bygt á tað. Hetta er bert gruggatos frá fíggjarmálaráðharranum fyri at villeiða. Veruleikin er tann, at samgongan nú [...] nú ætlar, at slíkar sølur av fólksins ogn, sum tann omanfyrinevnda, skulu loyvast aftur – og fer tískil at viðføra at ogn Føroya fólks endar í privatum lummum, heldur enn hjá rætta eigaranum; okkum
um, at ungfólk savnast í “Amerika”, sum er økið beint undir Mariukirkjuni. – Grannar siga, at ungdómar halda til har um næturnar og kvøldarnar, kanska onkur roykir hash ella drekkur. Tað fara vit at halda [...] halda eyga við frameftir, sigur vakthavandi og vísir á, at løgreglan hevur skyldu at siga sosisalum myndugleikum frá, um okkurt er, sum tað ikki skal vera. Annars hevur løgreglan eisini fingið boð um seyð [...] væl upp, og tað gjørdi, at bilurin fór á rull í brekkuni. Bilurin rendi á tríggjar bilar, og allir bilarnir fingu skaða. Tó var eingin fólkaskaði. Eisini hevur illgruni verið um, at fólk hava koyrt rúsaði