Tað fer at svíða hjá onkrum

John Petersen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er um at vera liðugur við eitt uppskot um toskafriðing undir Føroyum. Og greitt er, at tað fer at merkjast hjá pørtum av flotanum

Hóast John Petersen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er rúkandi ósamdur við fiskifrøðingarnar, kemur hann kortini við einum uppskoti um friðing av toskastovninum undir Føroyum.

Eingin ivi er um, sigur Johan Petersen, at neyðugt er við gýtingarfriðingum av toskastovninum undir Føroyum. Og av tí, at línuveiðan er tann veiða, sum hevur havt besta toskafiskiskapin seinastu tíðina, er greitt, at tað helst verða línuskipini, sum fara at merkja hesar friðingar mest.

John Petersen, landsstýrismaður hevur seinastu dagarnar verið rættiliga ágangandi móti Fiskirannsóknarstovuni og tí tilmæli, fiskifrøðingarnir eru komnir við viðvíkjandi friðing av Føroyagrunninum.

Sambært Johan Petersen, landsstýrismanni, hevur Fiskirannsóknarstovan mestsum mælt til totalfriðing av landgruninum í vár.

Tilmælið er at friða allan grunnin frá seks fjórðingum út í kantin frá einum øki vestan fyri Sandoynna, norður um og heilt suður aftur á Nólsoyarbankan eystanfyri.

Og tað er meira enn John Petersen kann liva við politiskt.

Um eitt slíkt tilmæli verður fylgt, sigur John Petersen, verður at kalla allur flotin lagdur. Tað verður bara onkur hendinga trolari og onkur línubátur, sum kann royna eitt nú á Munkagrunninum. Og tað klárar samfelagið ikki at liva við.


Ivasom ráðgeving

At John Petersen reagerar so harðliga, sigur hann koma av, at tá friðingar vóru settar í verk fyrst í nítiárunum, var tað tí, at fiskifrøðingarnir søgdu, at eingin toskur var til. Og grundin skuldi vera ovfisking.

Seinni vísti tað seg korini, at tað var mestsum í yvirflóð av toski undir Føroyum. Og so søgdu somu fiskifrøðingar, at tað vóru náttúrugivnar orsøkir, sum vóru atvoldin.

»Nú siga teir aftur, at vit mugu ansa eftir at vit ikki yvirfiska,« sigur John Petersen. »So skulu vit seta politiskar friðingar í verk, og teir ganga fríir, um okkurt annað er galið. Tað er hesum eg reageri ímóti.«

John Petersen heldur, at fiskifrøðingarnir eiga ikki bara at sleppa við at koma við tilmælum og so einki meira. Teir eiga eisini at hugsa um at fáa samfelagið at koyra víðari.

John Petersen sigur, at hann ivast ikki í, at tað er rætt, tá sagt verður, at yvirlitstrolingar vísa, at toskastovnurin ikki hevur tað gott. Men hann kritiserar, at vit bara hoyra um partar av yvirlitstrolingunum.

»Vit mugu fáa allan sannleikan at vita frá Fiskirannsóknarstovuni,« sigur hann. »Til dømis hevur Magnus Heinason gjørt stór hál, enntá sprongt trolið, sum vit einki frætta um.«

Tað er ikki nóg seriøst, heldur John Petersen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

»Eg havi fulla virðing fyri fiskifrøðingunum, men hetta irriterar meg.«


Vinnan ósamd

John Petersen sigur, at hóast fiskifrøðingarnir siga, at tað mestsum ikki er stórur toskur undir Føroyum, sigur vinnan nakað annað.

»Haðani frætti vit beint tað øvugta,« sigur hann. »Og tað ger, at eg missi fyrimunin av at styðja meg til fiskifrøðingarnar.«

Men okkurt er kortini, sum bendir á, at ikki alt er heilt sum vanligt kortini.

Formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna, Chris Jan Michelsen, sigur, at hóast nógvur fiskur tykist vera á grunninum, stendur hann rættiliga stúvaður, har hann er.

»Gýtingarfiskurin uppførir seg ikki sum vanligt,« sigur Chris Jan Michelsen. »Hann sveimar ikki yvir grunnin, men stendur heilt tættur á nøkrum fáum støðum. Og hann er rak.«

Chris Jan Michelsen dugir ikki at siga, hví fiskurin er verri fyri enn vanligt. Hann sigur, at tað tað tykist, sum nógv æti er í sjónum. So tað má vera onkur onnur orsøk, sum hann ikki vil gita um.

Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Fiskirannsóknarstovuni, sigur, at hann hevur ongar viðmerkingar til pressuna.