Í dag var eitt hampiliga vælmannað lið og rændi nátaegg í Lonini vestantil á Sandoynni. Hann hevði sagt frá góðum veðri um morgunin og regni út á dagin, og tí fóru menn tíðliga frá húsum.
Teir fyrstu, sum fóru til gongu í Lonina, mundu fara frá húsum stutt eftir klokkan 04, og longu tíðliga um morgunin - kanska umleið klokkan 06.30 - var alt til reiðar, og motorurin, sum dregur línuna, varð startaður.
Lonin, sum er stívliga 300 metrar høg av eggini og í sjógv, er hægsta samanhangandi sig í Føroyum - ja, onkur sigur í øllum heiminum. Tí er eisini púrasta ógjørligt at ræna Lonina við handamegi, har maður í línuni verður drigin upp av øðrum monnum.
Tað eru longu nøkur ár síðan, at motorur og spæl vórðu sett upp á bakkanum yvir Lonini, og hús er eisini bygt til motor, spæl og til at fáa sær ein bita í. Her verður eisini útgerð goymd til síging og ræning.
Áðrenn spælið kom, høvdu sandoyingar ikki rænt Lonina í mong, mong ár - ja, onkur maður helt í dag fyri, at Lonin tá neyvan hevði verið rænd í eini áttati ár, men tað veit ivaleyst onkur neyvari um at siga.
Í dag gjørdist tað, soleiðis sum veðurforsagnirnar søgdu. Tað var turt til middags, men stutt eftir middag byrjaði at regna, og sum seinnaparturin leið, gjørdist rættiliga vátt og frískligt lot sunnaneftir.
Tvey sig eru í Lonini, eitt norðara og eitt heimara, men langt er ikki millum hesi. Í dag vóru menn bara á tí heimara signum, tí líkindi gjørdust ikki til at taka norðara sigið eisini. Skulu bæði sigini takast, krevur tað nógva manning og ein langan dag - helst frá morgni til myrkurs.
Eggini í dag gjørdust stívliga 200 í tali. Menn meta, at bæði sigini eru nøkulunda eins, og onkur heldur, at kanska er tað norðara betri. Tí høvdu menn roknað við at fingið eini 400-500 nátaegg, um møguleiki var at taka bæði sigini í dag.










