Ungdómar eiga ikki at halda til her um kvøldarnar

Løgreglan hevur ikki havt so nógv at gera seinasta samdøgrið, men nøkur mál eru tó.

Í Oyndarfirði var eitt ferðsluóhapp. Ein bilførari hevði ikki trekt hondbremsuna nóg væl upp, og tað gjørdi, at bilurin fór á rull í brekkuni. Bilurin rendi á tríggjar bilar, og allir bilarnir fingu skaða. Tó var eingin fólkaskaði.

 

Eisini hevur illgruni verið um, at fólk hava koyrt rúsaði, men løgreglan hevur ikki funnið nakran rúsaðan bilførara.

 

Í Havn hevur løgreglan fingið klagur um, at ungfólk savnast í “Amerika”, sum er økið beint undir Mariukirkjuni.

 

– Grannar siga, at ungdómar halda til har um næturnar og kvøldarnar, kanska onkur roykir hash ella drekkur. Tað fara vit at halda eyga við frameftir, sigur vakthavandi og vísir á, at løgreglan hevur skyldu at siga sosisalum myndugleikum frá, um okkurt er, sum tað ikki skal vera.

 

Annars hevur løgreglan eisini fingið boð um seyð, ið hevur gingið leysur í Miðvági og í Hoyvík. Tað hava aktingarmenninir eisini fingið boðini um.

 

Einki nýtt er um biljagstranina í gjárkvøldið, annað enn at maðurin varð leyslatin í gjárkvøldið 21:50.