Faroe Boys aftur á pallin

Tá tiltakið aftur í 60 árini hjá Neistanum aftur verður vikuskiftið 25. og 26. apríl, verða Faroe Boys ein av trimum bólkum, sum fólk fara at kunna dansa til. Aftur í 60´ini er vorðið eitt afturvendandi tiltak, sum nú hevur 15 ár á baki

Faroe Boys og Flamingo. Tvey høvuðsnøvn í sambandi við tiltakið hjá Neistanum í ár.
Tað vóru umboð fyri Neistan og tónleikabólkarnir Twilight, Cream Crackers og Faroe Boys, sum av fyrstan tíð byrjaðu upp á hetta tiltakið. Ætlanin var, at tað bert skuldi verða tað eina ári í 1988, men av tí at undirtøkan var so ovurhondsstór, so varð gjørt av at skipa fyri tí aftur.
Frá Neistanum verður sagt, at fólk byrja at ringja langt áðrenn at spyrja, nær tað verður. Og tey ætla sær at halda fram við tiltakinum so longi sum fólk koma. Tí tað er vorðið høvuðstiltakið hjá felagnum.
Skráin hetta kvøldið býður upp á annað enn bara dansitónleik. Tá klokkan er farin av hálvgum tólv, verður ymiskt undirhald á skránni. Til dømis ein mótasýning. Hetta plagar altíð at verða vælmóttikið.
Tað er Neistin, sum skipar fyri tiltakinum, og er tað eitt sera stórt tiltak. Eini 100 fólk eru til arbeiðis hesi bæði kvøldini tiltakið er. Orsøkin til, at tað er tvey kvøld, er tann ovurstóri áhugin millum fólk. Tey koma allastaðni frá í landinum. Og ofta er talan um bólkar av fólki, sum fylgjast. Til dømis koma fleiri bindiklubbar og líknandi. Fólki kemur til Havnar tíðliga á kvøldi, so fara tey ofta út at eta ein góðan bita, áðrenn leiðin gongur í høllina at dansa og hugna sær.
Tað er ikki ov nógv sagt, at allar matstovur í høvuðsstaðnum hesi bæði kvøldini eru á tremur við fólki, og nógv av teimum eru bert komin til aftur í 60 árini. Dyrnar plaga at lata upp um 22 tíðina, og tá tað líður móti midnátt, eru tey flestu komin. Tá plagar høllin at vera stúgvandi full av fólki.
Vagnur Mikkelsen er ein av fyrireikarunum, og hann sigur, at tey kenna eina ávísa ábyrgd fyri tiltakinum, tí tað er so vælumtókt millum tey "eldru".
? Hetta tiltakið hevur samstundis verið við til at grava fleiri av teimum gomlu bólkunum frá seksti árunum uppaftur, sigur Vagnur Mikkelsen.
Tað stuttliga hjá fólkinum, sum kemur til eitt tílíkt tiltak er, at tað eru allir teir góðu, gomlu slagararnir, sum aftur verða at hoyra. Og óivað vekja teir góð minnir hjá teimum flestu.

Bólkarnir
Bólkarnir, sum fara at spælar til dans hetta kvøldið, eru Twilight, Flamingo og Faroe Boys.
Uttan at taka nakað frá hinum, so kann ikki annað sigast enn, at Faroe Boys eru tað heilt stóra navnið í ár. Tað eru nú 41 ár, síðani teir spældu á fyrsta sinni. Og var tað tá til eina skótaveitslu. Faroe Boys var sum sagt ein av bólkunum til tað fyrsta Aftur í 60 árini tiltakið, og hóast so long tíð nú er liðin, síðani teir stóðu á palli fyrstu ferð, so hevur tað eydnast Neistanum at fáa teir upp aftur á pallin enn einaferð at spæla til dans. Um tað verður seinastu ferð, at bólkurin er á palli, sigur søgan tó onki um.
Faroe Boys spældu nógv kring landið, og teir góvu eisini eina LP plátu út, sum nú eisini er komin út á fløgu.
Neistin hevur givið ein faldara út í sambandi við tiltakið, og har stendur millum annað, at tey "eldru" hava nógv at takka Faroe Boys fyri.
Twilight var eisini við til tað fyrsta tiltakið av hesum slagi í 1988, og teir verða somuleiðis við aftur á pallinum í ár. Men teir hava kortini verið við hvørt ár. Teir hava nevniliga staðið fyri tí tekniska á hvørjum ári. Og í faldaranum hjá Neistanum takkar Neistin Twilight fyri stuðulin við at siga, at var tað ikki fyri teir, so var onki Aftur í 60 árini.
Flamingo kom undan kavi í 1962. Bólkurin spældi ymsastaðni runt í Havnini í seksti árunum. Seinni skiftu teir manning, men tá Regin Jacobsen kom upp í aftur í níti-árunum, var Flamingo mest sum endurreist. Eisini hava fleiri aðrir tónleikarar hjálpt bólkinum í styttri tíðarskeið.
Síðani Neistin fyrstu ferð skipaði fyri hesum tiltakinum hava tey selt yvir 30.000 atgongumerki. Fólk kemur sum sagt úr øllum landinum. Til dømis vita tey at siga frá, at tað koma 200 fólk bert úr tí eini bygdini. Og hóast tað ikki er heilt útselt í ár, so verða tað eini 1.800 fólk, sum fara at hugna sær til hetta tiltakið í ár.