Tað sigur toppskjúttin hjá EB/Streymi, Leif Niclasen, sum hevur traðkað til, tá Arnbjørn Hansen hevur verið úti við skaða.
Tað er nærmast gerandisdagur í Sundalagnum, tá EB/Streymur skal spæla steypafinalu. Sosleiðis hevur tað eisini verið við fyrireikingunum til finaluna í kvøld.
- Fyrireikingarnar hava verið sum tær plaga. Tað er venjing tríggjar ferðir um vikuna og so eitt sindur av taktiskari venjing eisini, sigur Leif Niclasen.
EB/Streymur spældi ein minni góðan dyst farna umfar móti NSÍ, tá teir taptu 1-0.
- Einki riggaði handan dagin, men so riggar tað til finaluna. Vit plaga ikki at svíkja, tá tað kemur til eina finalu. Hvørtfall ikki tá tað kemur til spælið, sigur Leif víðari.
Hetta er sjeynda árið á rað, at Leif Niclasen skal spæla eina steypafinalu.Tað er tó líka stuttligt hvørja ferð.
- Eg havi spælt í seks finalum, men tað er líka stuttligt hvørja ferð, sigur Leif.
Í fjør tapti EB/Streymur upp á brotssparkskapping. Sermerkt var, at ongin vildi taka brotsspark, tá teir fyrstu høvdu avgreitt síni. Tað endaði við, at málverjin, René Tórgarð, og Arnbjørn Hansen brendu og Víkingur vann.
- Vit hava fingið skil á hvør skal skjóta. René Tórgarð sleppur nokk ikki at skjóta aftur. Hevði eg verið inni til brotssparkskappingina seinast, so hevði eg avgjørt bjóðað meg fram, sigur ein smílandi Leif Niclasen.
Bæði í 2009 og í 2012 tapti EB/Streymur fyri júst Víkingi.
- Teir rigga væl til okkara spæl og tað vísur seg at verða torført at spæla móti teimum. Men hesa ferð er triðju ferð og tá plagar at eydnast, sigur Leif Niclasen.
Leif Niclasen er toppskjútti í EB/Streymi við 12 málum í landskappingini.
Tað er bara stuttligt at verða toppskjútti í felagnum, men Arnbjørn hevur verið skaddur og skal nokk koma fyri seg. Eg ivist ikki í, at hann yvirhálar meg fyrr ella seinni. Tað kom eitt sindur óvart á, at eg skuldi skjóta so nógv má, men onkur mátti traðka til, sigur Leif Niclasen.
Sundalagsmenn liggja nummar trý í landskappingini og skulu teir hava gull í ár, so er tað í steypakappingini.
- Vit hava ikki so nógv at spæla fyri í landskappingini. Um vit eru hepnir, so kunnu vit fáa eitt annað pláss, men tað sær torført út. So tað er heilt sikkurt í steypakappingini vit skulu bjarga kappingarárinum, sigur høgri vongurin.
Meðan Atli Gregersen, liðskipari hjá Víkingi, tippaði at Víkingur fór at vinna, so er Leif Niclasen vísur í, at tað verður EB/Streymur, ið vinnur.
- Eg tippi 2-0 til okkum, sigur Leif Niclasen og leggur skemtiliga afturat, at hann skorar bæði málini.
Rás2 sigur beinleiðis frá finlauni, sum byrjar klokkan 19.45.
Samrøðan, sum Heri Simonsen gjørdi við Leif Niclasen, kann hoyrast við at trýsta á pílin undir myndini.










