Mønustingur fyri Svínoyarbygd

Nú alt smoltið á smoltstøðini í Svínoy er dripið, er bert eitt fjórðings arbeiðspláss eftir á posthúsinum í bygdini og maðurin, ið tekur ímóti Másanum, hevur eisini ruskið hjá IRF, sum svarar til eitt fulltíðarstarv tilsamans. Skúlin er stongdur, og einasta barnið í bygdini, sum er undir skúlaaldur, er tvey ára gamalt

Svínoy

Tað er illa vorðið í Svínoy, nú smoltstøðin, sum hevur verið ein týðandi partur av inntøkugrundarlagnum undir bygdini, læt aftur seinasta fríggjadag. Alt smoltið, sum var á støðini, er dripið, og neyvan veit nakar at siga, um smoltaling nakrantíð aftur verður í Svínoy.
Fleiri smoltstøðir, sum vóru í smáu bygdunum kring landið, er nú stongdar, og miljónir av smoltum eru avlívað og verða avlívað í næstum. Størsta bygdarmenningartiltak í nýggjari tíð er við at fara í søguna ? í hvussu er fyribils?

Bygdin doyr út

Poul Sundsskarð, bygdarráðsformaður í Svínoy, sigur, at nú sær ógvuliga svart út hjá bygdini, og hann stúrur fyri, at hetta verður mønustingurin.
- Tá ið mest var at gera á smoltstøðini, vóru eini 6-8
ársverk knýtt at henni, og hann heldur, at hesi arbeiðsplássini vóru eini 30% av skattainntøkuni hjá Svínoyar kommunu.
Hann sigur, at skattainntøkan hjá kommununi liggur um
940.000 krónur um árið, og av hesum plagar kommunan at betala einar 300.000-400.000 krónur útaftur í lønum til ymisk kommunal arbeiði, eitt nú viðlíkahald og kloakkir.
- Nú broytist alt og vit, sum sita í bygdarráðnum, noyðast at hyggja uppá fíggjarætlanina av nýggjum, tá ið fyrsta fjórðingsár er farið afturum. Vit vænta eitt stórt fall í skattainntøkunum í ár.
Poul ásannar, at smoltstøðin í Svínoy líka sum hevur koyrt í tómgongd seinasta hálva árið, men støðin hevur verið ein dyggur stuðul, tá ið alt var, sum tað plagdi at vera.
Hann heldur, at einir fýra mans vóru knýttir at støðini nú uppundir endan.
- Tað hevur verið soleiðis, at teir, sum arbeiddu á smoltstøðini, búðu og rindaðu sín skatt í bygdini. Tí hevur støðin havt so ómetaliga stóran týdning fyri trivnaðin í kommununi.

Ein lagnudagur

Bygdarráðsformaðurin sigur, at nú smoltstøðin er latin aftur, og fiskurin er dripin, eru bert tvey arbeiðspláss eftir í bygdini.
- Á posthúsinum er eitt fjórðingstíðarstarv og maðurin, sum tekur ímóti postbátinum, hevur eisini ruskinnsavningina hjá IRF, sum er eitt fulltíðarstarv tilsamans.
Poul sigur, at ein bóndi er eisini í bygdini, og onkur annar hevur okkurt minni festi, sum hvørki er at liva ella doyggja av.
- Jú, fríggjadagurin, 13. februar, var av sonnum ein lagnudagur fyri Svínoyarbygd, sigur ein harmur bygdarráðsformaður.Hann væntar ikki, at smoltstøðin í bygdini verður latin uppaftur í bræði, tá ið hon fyrst er afturlatin.
- Tá - og um - tann tíðin kemur, at smoltstøðir, sum nú eru stongdar, verða latnar uppaftur, er neyvan hugsandi, at smoltstøðirnar á útoyggj verða tær, ið lata fyrst uppaftur. Tað verða helst tær, sum eru inni á fastlandinum, sigur ein dapurskygdur Poul Sundsskarð.

Eingin skúli

Barnaskúlin í Svínoy læt aftur eftir heystfrítíðina, tá ið familjan, sum hevði børn í skúlaaldri, flutti av bygdini.
Bygdarráðsformaðurin sigur, at eitt barn er undir skúlaaldur í bygdini, og tað er bert tvey ára gamalt. Tískil ganga helst fleiri ár, áðrenn nakar skúli verður aftur í Svínoy, um ikki fólk, sum eiga børn, flyta útaftur í oynna at búgva.
- Eg havi skilt, at í sínari tíð, tá ið bygdin var frægast fyri við fólki, vóru eini 50 skúlabørn í Svínoy.
Poul sigur, at einir 10 mans í vinnuførum aldri, hava einki lønandi arbeiði at takast við, tí einki er til teirra í bygdini.
Eini 20-25 fólk búgva fast í Svinoy, men talið av teimum, sum eru skásett í kommununi, er 58.
- Eg trúgvi, at eini 40-45% av skattainntøkuni hjá kommuni kemur frá fólki, sum eru skrásett í Svínoy, men sum búgva og arbeiða aðrastaðni.
Eingin fiskimaður er eftir, men onkur er, sum rør út við útróðrarbátum aðrastaðni.
- Tað vísti seg eftir kreppuna, at menn, sum sigldu við ymiskum skipum, ikki fóru umborð aftur, men valdu heldur at leggja seg uppá land at arbeiða. Um hetta mundið var eitt nú arbeiði í Svínoy við at byggja bátahylin.

Eingin útróður

Vit spurdu eisini Poul, um útróður úr Svínoy kundi verið ein inntøkukelda hjá svínoyingum, men hann heldur ikki, at møguleikarnir eru nakað serligir, tí bátahylurin roynist ikki, tá ið nakað sum helst er í sjónum.
- Einastu, sum hava nyttu av bátahylinum, eru avbygdarfólk, sum leita út higar um sumrarnar.
Hann sigur, at ringastu ættirnar eru eystan og landsynningur.
- Tú ert ongantíð tryggur, um tú hevur bátin liggjandi í hylinum, og tí roynist hylurin ikki sum útróðrarhavn, um so skuldi verið, sigur Poul.

Ferðasambandið

Ferðasambandið, sum svínoyingar hava, er avgjørt heldur ikki við til at stimbra trivnaðin í bygdini.
- Tað er bert tveir dagar um vikuna, at Másin siglir tvær ferðir, soleiðis at sleppast kann í millum við skipinum, nevniliga mánadag og fríggjadag. Tað halda vit vera alt ov lítið. Minsta kravið hjá okkum er, at báturin siglir minst tvær ferðir um dagin alla vikuna.
Poul sigur tó, at tyrluflúgvingin, sum er supplerandi mikudag, fríggjadag og sunnudag, ger góðan mun.
- Men vit hava eitt brennandi ynski um, at Másin skal sigla í minsta lagi tvær ferðir um dagin.
Poul Sundsskarð er ikki svínoyingur sjálvur, hóast hann er formaður í Svínoyar kommunu.
- Eg eri klaksvíkingur og hálvur hvannasundsmaður.
Hann keypti sær í sínari tíð eini gomul hús úti í Svínoy, sum hann setti í stand. Poul gjørdist hugtikin av bygdini, fólkinum og náttúruni og varð skásettur sum borgari har úti fyrst í nítiárunum.
- Á seinasta kommunuvali vildu fólk hava meg ? ímóti mínum vilja - at stilla upp til bygdarráðsvalið, og eg varð valdur. Síðan havi eg verið bygdarráðsformaður í Svínoy, sigur Poul Sundsskarð at enda.