A-landslið
Leygardagin 6. oktober er síðsti landsdysturin í HM undankappingini á skránni. Tá skulu føroyingar spæla í Ljubljana ímóti Slovnia, sum fyri einum ári síðani bara megnaði 2?2 á Svangaskarði.
Talan verður um torføra uppgávu. Í slovensku pressuni eru teir fyri langari tíð síðani farnir at hita upp til dystin. Og tað er ikki so undarligt, tí úrslitið verður avgerandi fyri, um Slovenia framvegis skal hava møguleika at sleppa við í HM endaspælið. Fótbóltsheimurin allur sum hann er, fer at fylgja við stríðnum hjá føroyingum, og serliga í Jugoslavia fara teir at taka á við føroyingum. Um Slovenia endar omaná ímóti Føroyum, verður vónin hjá Jugoslavia at sleppa upp í part í Japan og Suðurkorea burtur.
Óvissan
Tá landsliðsspælararnir fara at koma undan brúsuni í slovenska høvuðsstaðnum eiga teir at vita, nær næsti landsdysturin verður á skránni, og teir eiga ivaleyst eisini at vita, hvør verður landsliðsvenjari.
Í veruleikanum eigur landsliðið at spæla ein landsdyst afturat í ár. Talan er um dystin í NM kappingini ímóti Noregi. Hann er ikki dagfestur, og tað er lítið sannlíkt, at hann verður spældur:
? Vit hava fleiri ferðir spurt okkum fyri hjá norska fótbóltssambandinum, men einki er komið burturúr. Tað er Noreg, sum eigur heimavøllin, og tí halda vit, at bólturin liggur hjá teimum. Vit hava einki hoyrt frá teimum leingi, og tá NM kappingin verður liðug á nýggjárinum, eru vit so smátt farnir at ganga úr frá, at dysturin er dottin niður fyri. Vit hava í hvussu so er ikki nøkur boð at geva landsliðsspælarunum og venjaranum, og tí mugu vit rokna við, at landsliðsárið verður liðugt, tá landsliðið hevur spælt í Slovenia, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum.
Tá landsdysturin í Slovenia er liðugur, er sáttmálaskeiðið hjá FSF og Allani Simonsen lokið.
Torleif Sigurðsson, formaður í FSF, sigur, at spurningurin um Allan Simonsen skal halda fram, ella um landsliðið skal hava ein nýggjan venjara, er ikki avgreiddur enn. Spurningurin liggur í landsliðsnevndini. Har er Jens Erik Magnussen formaður. Í løtuni er hann staddur uttanlands. Men tað verður roknað við, at spurningurin um framtíðina verður avgreiddur innan tann næsta mánaðin.
Jógvan Martin Olsen hevur verið hjálparvenjari hjá Allani Simonsen. Nú er avgjørt, at hann komandi ár skal venja NSÍ. Spurningurin um samstarvið millum FSF og Jógvan Martin Olsen er ikki liðugt viðgjørdur enn.
? Jógvan Martin hevur ein starvssáttmála við FSF. Vit skilja væl, at hann hevur hug at royna seg sum venjari í 1. deild. Um hann framvegis skal vera knýttur at Fótbóltssambandinum er ein spurningur, sum NSÍ, venjarin og FSF í løtuni viðgera, sigur Ísak Mikladal.
Ikki nógv á skránni
Tað verður ikki roknað við, at talan verður um nógvar landsdystir fyrra partin av komandi ári. Í vetur fer lutur at verða kastaður um, hvussu europeisku fótbóltstjóðirnar skulu bólkast í EM undankappingini. Um tað verður, sum tað plagar at vera, so verður skráin løgd eina ferð í januar ella februar. Flestu tjóðirnar plaga ikki at vera áhugaðar í at spæla undankappingardystir, fyrrenn endaspælið, sum tey luttaka í, er liðugt. Tað vil siga, at tað er lítið sannlíkt, at undankappingardystir verða á skránni fyrr enn eftir summarfrítíðina.
Landsliðið plagar at vera á venjingarlegu í Spania eina ferð eftir ársskiftið. Vit hava ikki hoyrt annað, enn at hetta eisini verður soleiðis komandi ár.
Í 2000 var føroyska landsliðið í Liktinstein og spældi venjingardyst. Tann dysturin varð spældur 26. apríl. Tá varð avrátt, at Liktinstein skuldi koma henda vegin í 2001. Enn er ikki avrátt, nær dysturin verður spældur, men Ísak Mikladal heldur, at tað hevði verið hóskandi, at dysturin varð spældur um mánaðarskiftið mai og juni.