og fremst sæst innan persónbilar, tí í apríl í ár eru 203 nýggir persónbilar skrásettir, ímóti 154 í apríl í fjør. Teir eru altso 49 fleiri í tali í apríl í ár enn í fjør. [...] Størsta broytingin í skráseting av nýggjum akførum higartil í ár, samanborið við fyrstu fýra mánaðirnar í fjør, sæst í neyðsendarakførum. Frá januar til apríl í ár eru 12 nýggj neyðsendarakfør skrásett [...] fyrstu fýra mánaðirnar í fjør. Tað er ein vøkstur upp á heili 500 prosent! Annars er størsti munurin í tali á nýggjum skrásettum akførum at síggja í persónbilum, tí fyrstu fýra mánaðirnar í ár eru 102 fleiri
Times, at tað vóru limir í einum felagsskapi í Punjab, og sum virkar sum deild hjá al-Qaeda, sum myrdu Benazir Bhutto í gjár. -Hetta er okkara størsti sigur á teimum, sum eru í parti við Vesturheiminum [...] seg hava fingið ábendingar um, at morðið í gjár var tann fyrsti liðurin í einari ætlan, sum hevur til endamáls at beina fyri teimum í Pakistan, sum fjeppast uppi í amerikanarunum. Ein á listanum sigst vera [...] tann 8. januar, men í morgun varð kunngjørt, at valið verður sum ætlað. -Valið verður tann 8. januar sum fyrr fráboðað, segði virkandi forsætisráðharrin, Mohammadmian Soomro, við fjølmiðlarnar í morgun
bygningar fáa avleiðingar fyri okkum, nú vit standa mitt í einum algutrupulleika og hava brúk fyri virkinum, sigur dagligi leiðarin. Í mai mánaði misti felagið fleiri hundrað túsund laksar av eitrandi algum [...] Alifelagið Salaks í Troms má sigast at hava verið rættiliga óheppið seinastu tíðina. Fyrst vórðu alibrúk hjá felagnum rakt av eitrandi algum, sum gjørdu av við nógvan fisk, og í gjár vórðu partar av k [...] vit ikki brúk fyri nú, sigur dagligi leiðarin í alifelagnum, Odd Bekkeli, við NRK. Tíbetur var eingin inni á kryvjivirkinum, tá skriðulopið rakti um 9-tíðina í gjáramorgunin, og sambært løgregluni á staðnum
Jens Erik Rasmussen. Einki er at ivast í, at HB í fyrstu atløgu hevur tryggjað sær undirskriftina hjá spælarum, sum onnur feløg eisini hava verið áhugað í at fáa í starv hjá sær. Bíða eftir venjaranum Ætlanin [...] avtalur skulu fáast upp á pláss, sigur formaðurin í HB. Fleiri spælarar, sum ikki vóru við í fjør, verða við í stríðnum um plássini á besta liðnum hjá HB í 1998. Millum hesar eru Hans á Lag og Rói Árting [...] hevur verið skaddur í beininum. Nú hevur hann verið til viðgerðar hjá kenda ítróttarlæknananum í Brøndby, Kreutzfeld, og tað verður roknað við og vónað, at førleikin at spæla fótbólt nú er í lagi aftur.
Við fólkateljingina í 1890 er mamma Andreasar, Johannes Malene Joensdatter, 76 ár, ættað úr Havn, eisini í húsinum. Hon andaðist í Nólsoy 2.1. 1901. Andreas átti nógv næstrafólk í Nólsoy. Abbi hansara [...] við Brunn. Tvey av teimum giftust í Nólsoy. Tey vóru Andreas Joensen og Johanne Joensen, meðan Elsebeth Malena Joensen f. 1832, ið var ógift, lutvíst búði í Nólsoy. Í 1870 er Andreas húskallur hjá Niels [...] Joensen.Teir vuksu upp úti á Reyni í grannalagnum hjá mineralsvatnsfabrikkin Ydun. Albert fór sum ungur at arbeiða har, og var hann á virkinum, til tað varð niðurlagt í 1937. Albert giftist við Johild Davidsen
tá ið hann gjørdist forliptur í Yolanda, eini gentu úr sama býarpartinum í Havanna harið hann varð borin í heim, 14. september 1928, og harið tey bæði vuksu upp saman. Í fyrstuni lænti hann myndatólið [...] tað virðið, ið myndin hevði havt í vanligum tíðindaflutningi. Fotografering í Kuba gjørdist ongantíð aftur hin sama. Her byrjaði ein nýggj tíð í eini nýggjari listagrein í Kuba. Onkrar av myndunum hjá Korda [...] er heimsins kendasta, farin út í allar krókar heimsins, í endaleysum endurtøkum, er, at eingin legði nakað í hana tá ið hon varð tikin. Sjey ár seinri, táið hetjudeyðin í Bolivia gjørdi Che til eitt politiskt
Januar er lagdur aftur um, og vit eru komin inn í februar. Hóast hetta eru vetrarmánaðir, hevur veðrið í januar sum heild háttað sær rímiliga væl við fleiri góðum døgum. Men, nú februar júst er byrjaður [...] av vestanvindi, og í morgun hevur eisini verið vindur, sum í støðum er farin um teir 30 m/ sek. Sambært aldumátingum á heimasíðuni hjá Landsverki, var aldan vestanfyri klokkan 07.33 í morgun heilar 16,8 [...] er ringur í morgun. Norðanfyri var aldan um somu tíð 13,3 metrar høg og 513 metrar long. Aldan sunnanfyri var klokkan 07.56 í morgun slakar 12 metrar høg og 369 metrar long. Hann er vestligur í ættini, og
hann í Norra, og djóralæknin Andras, sonur Trúgva Strøm sála. Ein annar av góðu vinmonnum hansara í sama øki er tann í dag so kendi framleiðarin av sjónvarpssendingum, Herluf Sørensen sum búði í teimum [...] tey viðlíka, greiðir Torkil frá. Torkil hevur í fleiri ár búð heilt í hinum endanum av býnum, úti á Norðasta Horni, men er nú fluttur nærri miðbýnum, og býr í Dalakróki. Sjáldsamir gestir Tá Torkil við m [...] traðir sínar í økinum, og sum dagliga gingu niðan fyri at geva seyði, hønum og gæsum sínum, meðan onkur gekk eftir vegnum við tráðu í hond, tí hann skuldi á seiðaberg við Boðanes. Við stavi í hond Ein teirra
samstarvi áttu at verið góðir. 10 ES-milliónir Og tað eru ikki bara í Føroyum og í Skotlandi, at fólk trúgva upp á verkætlanina. Í desember mánaði søkti SeWave ES um stuðul til verkætlan við aldurorkuverki, og [...] heim. Enn hevur eingin tó megnað hetta kynstrið, men í nógvum førum eru loysnir funnar, har velduga orkan, sum náttúran inniheldur, kann gagnnýtast. Í trý ár hevur SEV verið partur av verkætlan, sum júst [...] SeWave, sum hevur til endamáls at kanna møguleikarnar fyri eini verkætlan um alduorku í Føroyum. Skotska felagið hevur í fleiri ár arbeitt við verkætlanum um alduorku. Og saman við servitanina, sum SEV hevur
málið, ið var til triðju og endaligu viðgerð á tingfundinum í gjár, var tingmáli nummar 44/1999, ið var uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti. Uppskotið legði Kristian Magnussen [...] Magnussen vegna Javnaðarflokkin fyri tingið 20. januar. Uppskotið hevði til endamáls at hækka aldurin fyri barnafrádrátt, so foreldur kunnu fáa frádrátt í skattinum fyri børn síni, til tey fylla 18 ár.