Alifelagið Salaks í Troms má sigast at hava verið rættiliga óheppið seinastu tíðina. Fyrst vórðu alibrúk hjá felagnum rakt av eitrandi algum, sum gjørdu av við nógvan fisk, og í gjár vórðu partar av kryvjivirkinum hjá felagnum rakt av skriðulopi.
- Hetta høvdu vit ikki brúk fyri nú, sigur dagligi leiðarin í alifelagnum, Odd Bekkeli, við NRK.
Tíbetur var eingin inni á kryvjivirkinum, tá skriðulopið rakti um 9-tíðina í gjáramorgunin, og sambært løgregluni á staðnum var tískil heldur eingin fólkaskaði.
- Men, skaðarnir á bygningar fáa avleiðingar fyri okkum, nú vit standa mitt í einum algutrupulleika og hava brúk fyri virkinum, sigur dagligi leiðarin.
Í mai mánaði misti felagið fleiri hundrað túsund laksar av eitrandi algum, og sambært dagliga leiðaranum hjá Salaks, Odd Bekkeli, eru nú partar av kryvjivirkinum - eitt nú verkstaðurin - farin í knús.
Kryvjivirkið hjá felagnum varð bygt í 1989 og hevur eina framleiðsluorku á 50-60 tons um samdøgnið. Sambært Salaks, sum norska heimasíðan ilaks.no eisini endurgevur, arbeiðir virkið fyri tað mesta egnan fisk og fisk hjá alifeløgum í grannalagnum.











