Albert og Carl Ljot: Tveir brøður liggja lið um lið á Svínaryggi

Gamli kirkjugarður vísir meira enn annað tað neyva samband, sum hevur verið millum Havn og Nólsoy. Hetta samband sæst eisini týðiliga í Nólsoyarsøguni hjá Egon Hansen, sum er ein kelda til hesa grein. Umframt eru aðrar greinir í hesi røð um nólsoyingar sum fingu sítt síðsta hvíldarstað á Svínaryggi

Óli Jacobsen

Henda greinin er um brøðurnar Carl Ljot og Albert C. Joensen.Teir vuksu upp úti á Reyni í grannalagnum hjá mineralsvatnsfabrikkin Ydun. Albert fór sum ungur at arbeiða har, og var hann á virkinum, til tað varð niðurlagt í 1937.
Albert giftist við Johild Davidsen úr Kvívík. Tey áttu dreingirnar Louis og Albert, sum var kendur frá Føroya Sparikassa.
Carl Ljot var ógiftur. Teir eru báðir, sum tað sæst, deyðir í bestu ár­um eins og so nógv onnur tá á døgum.
Foreldrini vóru Niels Frederik Joensen úr Nólsoy og Johanna Frede­rikka f. Jensen frammi við Gjónna.
Systkini hjá teimum báðum vóru:
Andreas f. 1899. Var í uttan­lands­sigling. Búsitandi í USA, har hann eisini doyði.
Jákup Martin Frits (1900-1919), ógiftur, gjørdist bert 18 ára gamal
Richard (1914-1996) giftist við Kirstin Mikkelsen (1917-2003) av Tvøroyri. Tey fingu fimm børn.
Pápasystkini hjá teimum báðum vóru:
Joen Pauli Joensen, kallaður Pallin (1879-1930), ógiftur
Kristian Johannes (1881-1951), gift­ist við Rakkel Sofie Jensen (1879-1957). Kristian á Malarenda bygdi eisini hús á Malarenda, suður og norð.
Andreas Joensen (1851-1922) í Havn giftist tann 29.6.1873 í Nólsoyar kirkju við Charlotte Nielsen (1846-1919). Charlotta var dóttir Niels Frederik Andreassen úr Havn og Adu Christinu Jacobsdatter i Líða. Andreas bygdi á Malarenda. Húsið varð nevnt hjá Lottu.
Við fólkateljingina í 1890 er mamma Andreasar, Johannes Ma­lene Joensdatter, 76 ár, ættað úr Havn, eisini í húsinum. Hon and­aðist í Nólsoy 2.1. 1901.
Andreas átti nógv næstrafólk í Nólsoy. Abbi hansara, Joen Jacobsen úr Frammistovu undir Garðsenda í Hósvík, og omman, Malene Gregers­datter úr Vestmanna, ið vóru búsett í Kvívík, áttu tvær døtur, ið giftust til Nólsoyar og vóru mostrar Andrea­sar. Tær vóru Birgithe Joensdatter, sum giftist við Jacob Jansen í Búð, og Johanne Jacobine Joensdatter, ið giftist við Henrik Michael Jacobsen við Brunn.
Ein triðja systir giftist við Joen Jacobsen hjá Vektaranum í Havn. Tey vóru foreldur Andreasar. Jógv­an hjá Vektaranum doyði ungur, og trý av børnunum vuksu lutvíst upp hjá Johonnu Jacobinu við Brunn. Tvey av teimum giftust í Nólsoy. Tey vóru Andreas Joensen og Johanne Joensen, meðan Else­beth Malena Joensen f. 1832, ið var ógift, lutvíst búði í Nólsoy. Í 1870 er Andreas húskallur hjá Niels á Botni, kongsbónda.

Meira um Heina, beiggja William Heinesen
Fyrsta greinin í hesi røð var um Heina, son Carolinu og Zacharias Heine­sen. Pápin, sum var stórur hand­ilsmaður í Havn, eisini við klæðum, vildi hava Heina at gerast skraddari. Men tað vildi hann ikki, og hann fór heilt yvir til Vancouver vestast í Canada, har hann arbeiddi sum skóghøggari.
Men Heine gjørdist sjúkur og doyði bara 24 ára gamal. Tá fór pápin allan vegin til Vancouver eftir líkinum, so Heine kundi jarð­­ast í Havn. Foreldur hansara vórðu seinni grivin undir liðuni á son­inum.
Tað er fingið eitt áhugavert ískoyti til søguna um Heina. Tað er eitt bræv, sum William Heine­sen skrivaði til skyldmannin Jørg­en Frants Jacobsen aftaná jarðar­ferðina 13. mars 1927:
Heine kom i jorden i gaar, og bølgerne fra denne tid, der begyndte 10. januar er saa smaat ifærd med at lægge sig igen. Ja, det var netop den morgen du rejste, at vi fik det telegram om, at hans sygdom var haabløs, han havde næppe 14 dage igen.
Et par uger efter, at min fader var rejst (til Canada eftir líkinum), kom der et brev fra Heine selv, holdt i den stoisk beroligende stil, der var karakteristisk for ham. Han skrev, at han havde tuberkler, særlig den ene lunge var stærkt angrebet. “Men det skal nok gaa, jeg skal nok komme hjem engang!” Men allerede dengang havde vi faaet besked om hans død.
Budskabet om Heines død voldte mig en stærk akut smerte, derefter vemod, men ikke sort og patetisk sorg. Værre var for andre med mindre modstandskraft.
Hans korte livsbane er jo ikke uden en vis lysglans, som en frost­klar foraarsmorgen, og han faldt som en mand, maa man nok sige. Jeg tror, at han har haft perioder af vidunderlig fuglefri livsførelse. Hans uafhængighedstrang, hans generositet og hele selvfølgelige enkelhed er jo forbilledlig – ikke mindst for mig.
I fjor vinter, da jeg mente at hava rodet min ind ind i et vist kedeligt økonomisk uføre, havde jeg fantasier om at melde mig som frivillig i den svenske hær o.s.v.
Den slags har Heine glat væk realiseret utten latterlige komplika­tioner. I de to-tre sidste maaneder han levede, var han meget syg. Det var fremskredet tuberkulose, men han afviste det som “lidt slim paa lungerne”, plejede sig selv hjemme i en­somhed, vilde ikke lade sig ind­lægge paa hospitalet, ja, afslog det telegrafiske bud om penge, min fader sendte ham netop i den tid. En stolthed og selvødelæggende haardførhed, der virkelig søger sin mage!
William skrivar annars, at Heine skrivaði fleiri enn fjøruti brøv heim frá síni tíð í Canada. Tað kundi ver­ið áhugavert at sæð hesi. William endar sína frásøgn soleiðis:
Et fotografi af gossen viser et energisk, strengt ansigt, af en vis udvandrer-virtus, maaske en smule angliseret, og en holdning der svarer til tonen i hans breve. Hans lig derimod var et stakkels ind­­faldet og skæmmet lig, det sørge­­ligste syn.
Hetta seinasta vísir vist til, at í kistuni var ein lúka, sum kundi latast upp, so líkið kundi síggjast. Tað sigst, at hetta tók so hart uppá mammuna, at hon svímaði.
Á ein hátt kann sigast, at Heini livir enn. Beiggin, William, gjørdi eina høvuðmynd at honum, sum stendur inni í gravsteininum. Gloymd­ur verður hann so ikki. Hann hevur uttan iva verið nakað ser­stakur.
---
Komandi partur
Í komandi parti um tríggjar vikur verður greitt frá grøvini hjá Peter F. Christiansen og Vestinu f. Holm Joensen, sum var ein Effersøe.