Aldan vestanfyri er sum hotell

Januar er lagdur aftur um, og vit eru komin inn í februar. Hóast hetta eru vetrarmánaðir, hevur veðrið í januar sum heild háttað sær rímiliga væl við fleiri góðum døgum.

Men, nú februar júst er byrjaður, er veðrið broytt. Síðstu nátt var væl av vestanvindi, og í morgun hevur eisini verið vindur, sum í støðum er farin um teir 30 m/ sek.

Sambært aldumátingum á heimasíðuni hjá Landsverki, var aldan vestanfyri klokkan 07.33 í morgun heilar 16,8 metrar høg. Longdin var 624 metrar.

Men tað er ikki bara vestanfyri, at sjógvurin er ringur í morgun.

Norðanfyri var aldan um somu tíð 13,3 metrar høg og 513 metrar long.

Aldan sunnanfyri var klokkan 07.56 í morgun slakar 12 metrar høg og 369 metrar long.

Hann er vestligur í ættini, og tí er aldan eystanfyri munandi minni enn bæði vestanfyri, norðanfyri og sunnanfyri.

Aldan eystanfyri var klokkan 07.32 í morgun 6,2 metrar høg og 513 metrar long.