Akutt útskifting

Ikki færri enn 12 nýggj neyðsendarakfør blivu skrásett á Akstovuni fyrstu fýra mánaðirnar í ár

Størsta broytingin í skráseting av nýggjum akførum higartil í ár, samanborið við fyrstu fýra mánaðirnar í fjør, sæst í neyðsendarakførum.

Frá januar til apríl í ár eru 12 nýggj neyðsendarakfør skrásett á Akstovuni, samanborið við tvey fyrstu fýra mánaðirnar í fjør. Tað er ein vøkstur upp á heili 500 prosent!

Annars er størsti munurin í tali á nýggjum skrásettum akførum at síggja í persónbilum, tí fyrstu fýra mánaðirnar í ár eru 102 fleiri nýggir persónbilar skrásettir. Prosentvíst er framgongdin góð 18 prosent.

Samanlagt er vøksturin í øllum akfarssløgum góð 16 prosent, tí frá januar til apríl í ár blivu 853 akfør skrásetti, samanborið við 735 í fjør, og er tað ein munur upp á 118 akfør.

Verður hugt at tølunum fyri henda síðsta mánaðin, apríl, er eisini ein munandi vøkstur, ið fyrst og fremst sæst innan persónbilar, tí í apríl í ár eru 203 nýggir persónbilar skrásettir, ímóti 154 í apríl í fjør. Teir eru altso 49 fleiri í tali í apríl í ár enn í fjør.