Seinasta málið, ið var til triðju og endaligu viðgerð á tingfundinum í gjár, var tingmáli nummar 44/1999, ið var uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti. Uppskotið legði Kristian Magnussen vegna Javnaðarflokkin fyri tingið 20. januar.
Uppskotið hevði til endamáls at hækka aldurin fyri barnafrádrátt, so foreldur kunnu fáa frádrátt í skattinum fyri børn síni, til tey fylla 18 ár. Frammanundan er frádráttur bert veittur, til børnini fylla 16 ár.
Uppskotið varð samtykt undir aðru viðgerð á tingfundinum týsdagin og fór sostætt samtykt til triðju viðgerðar. Við atkvøðugreiðsluna undir aðru viðgerð fekk uppskotið 29 atkvøður fyri, onga ímóti og onga blanka.










