Alduorkan verður veruleiki

Í ES síggja tey somikið stórar møguleikar í alduorku, at føroyskt/skotska SeWave hevur fingið fyribils tilsøgn um stuðul á 10,2 mió kr. til ger av alduorkuverki. Verkið verður ætlandi liðugt í 2009

Alduorka

Gjøgnum størsta partin av mannaættini hevur ein av stóru spurningunum verið, hvørt tað ber til at temja veldugu náttúrukreftirnar, sum støðugt gera um seg kring allan heim.
Enn hevur eingin tó megnað hetta kynstrið, men í nógvum førum eru loysnir funnar, har velduga orkan, sum náttúran inniheldur, kann gagnnýtast.

Í trý ár hevur SEV verið partur av verkætlan, sum júst hevur til endamáls at troyta teir møguleikar, sum mangan harðbalna føroyska náttúran gevur okkum.
Saman við skotska Wavegem stovnaði SEV á sinni SeWave, sum hevur til endamáls at kanna møguleikarnar fyri eini verkætlan um alduorku í Føroyum. Skotska felagið hevur í fleiri ár arbeitt við verkætlanum um alduorku. Og saman við servitanina, sum SEV hevur innan tunnilsgerð, mettu partarnir, at møguleikarnir fyri samstarvi áttu at verið góðir.

10 ES-milliónir
Og tað eru ikki bara í Føroyum og í Skotlandi, at fólk trúgva upp á verkætlanina. Í desember mánaði søkti SeWave ES um stuðul til verkætlan við aldurorkuverki, og nú um dagarnar kom svarið úr Brüssel.
Her verður sagt, at ES metir verkætlanina sum sera áhugaverda, og at fyribils tilsøgn er givin um stuðulin. Í næstum fara umboð fyri SeWave soleiðis á fund við ES, soleiðis at treytirnar fyri tilsøgnini kunnu greinast.
Verður tilsøgnin endaliga latin, verður hetta samstundis startskotið til ítøkiliggeran av alduorkuverki við Nípuna í Vágoynni. Gongst eftir vild, verður farið undir projekteringsarbeiðið innan fáar mánaðir, og ætlandi skal nýggja verkið standa klárt í 2009. Talan verður um alduorkuverk við tilhoyrandi granskingarstøð, og verður samlaði kostnaðurin einar 35-40 mió kr. Metta framleiðslan verður 1 mió KwH um árið, svarandi til nýtsluna hjá 1.250 húsarhaldum.