ódemokratiskt at broyta freistina beint uppundir, at val eigur at verða útskrivað. Eftir tingskipanini skal misálitið koma til viðgerðar beinanvegin, og tað skal eisini atkvøðast um tað beint eftir, at viðgerðin [...] ER Á RÁS2 KLOKKAN 19.00 Tríggir flokkar hava reist misálit á løgmann orskað av málinum um at stytta freistina at útskriva val úr seks niður í fýra vikur. Tað eru teir tríggir andstøðuflokkarnir, Tjóðveldi [...] endað. Eftir áheitan frá tinglimum varð viðgerðin útsett til seinnapartin í dag, tí at løgtingslimir vilja hava stundir at seta seg inn í misálitisuppskotið. EYKATÍDINDASENDING Á RÁS2 KLOKKAN 18.
Russiska útvarpsstøðin Ekko vil vera við, at Vladimir Putin, forseti, er komin til eina loysn, sum skal tryggja honum møguleikan at halda fram í forsetaembætinum Sambært útvarpsstøðini skulu Russland og [...] millum annað í sær, at tingini í Moskva og Minsk verða løgd saman, og hvítarussiski forsetin, Aleksandr Lukasjenko, verður formaður í samanlagda tinginum. Ein onnur avleiðing er, at forsetavalið í Russlandi [...] verður avlýst, og at Vladimir Putin kann halda fram sum forseti í nýggja sambandsríkinum, sigur Ekko. Kreml hevur víst tíðindunum aftur og kallar tey beran heilaspuna. Men Ekko heldur uppá, at hald er í teimum
tíðarhóskandi og eru ikki nøktandi umstøður at gera hann størri. Tað er ikki ráðiligt at Landsstýrið fer undir størri íløgur við hesum flogvølli og eigur heldur at taka undir við vøllinum á Glyvursnesi sum [...] sum nú eru um at verða lidnar á Glyvursnesi vísa at veðurlíkindini eru nøktandi og yvirhøvur fleiri fyrimunir enn vansar eru við hesum komandi nýggja vølli samanborið við Vágarnar umframt at á Glyvursnesi [...] n til Vágar eigur ikki at tvinnast saman við vøllinum í Sørvági. Vøksturin í samfelagnum ger tað alneyðugt við einum altjóða flogvølli á Glyvursnesi, Tjóðini og vinnulívinum at gagni. Johan Mortensen Valevni
um hava einki at krógva, og ei heldur eg sjálvur, tí hevur Fólkaflokkurin biðið um, at ein frágreiðing skal koma frá felagnum til borgaran. Ja, Schumann Hjaltalin, ikki hevði eg trúð, at tú undrast, hvussu [...] eg ikki hoyrt teg gjørt vart við, at tú ert ov lítið kunnaður um ymisk mál. Eg kann vissa Schumann Hjaltalin og øll onnur um, at henda frágreiðing er ikki umbiðin fyri at Páll Petersen skal fáa eina frágreiðing [...] frágreiðing frá Páll Petersen, men fyri at borgarin skuldi fáa innlit í viðurskiftini. Ætlanin var, at hetta skuldi viðgerast á opnum býráðsfundi, men varð hetta ikki til veruleika, tí aðrar kreftir í býráðnum
nevndi Poul Mohr, skipasmiðjustjóri, at tað var sera óheppið, at fólk eru farin at kalla nýggja havnarlagið, sum bygt er á Skansaboðar, fyri Nyhavn. Hann helt ikki, at hetta var eitt navn, ið sømdi seg. [...] Finnur Johansen, fyrrverandi býráðslimur vísti eisini á, at hann fyri nógvum árum síðani hevur reist spurningin fyri býarmyndugleikunum. Poul Mohr helt, at eitt hóskandi navn kundi verið »Skansabryggjan«, og [...] vera eitt hóskiligt uppskot. Marius Rein, sum í nógv ár starvaðist í útvarpinum, sigur við Sosialin, at at Niels Juel Arge, fyrrverandi útvarpsstjóri, tíðliga í sekstiárunum nýtti nøvnini »Skansabryggjan«
tingið um at góðkenna at landsstýrið heitir á ríkismyndugleikarnar altfevnandi forboð verður sett í gildi móti kjarnorkuroyndarspreingingum í Føroyum. Í viðmerkingum til uppskotið segði løgmaður, at Danmark [...] myndugleikunum, og vísir tað seg, at lóggáva skal gerast, verður løgtingið tikið við í hetta arbeiðið. Og víðari segði Anfinn Kallsberg, at fólkatingið hevur givið stjórnini heimild at góðkenna sáttmálan, og við [...] sáttmálanum bindur Danmark seg til ikki at gera royndarspreingingar av kjarnorkubumbum ella øðrum kjarnorkuløðingum. Óvist ? Enn er óvist, um tørvur er á fylgilóggávu til tess at lúka treytirnar í sáttmálanum.
vit bert at hoyra tingfólkið á røðarapallinum, tá tingfundur er, men seinni er ætlanin at seta mynd á røddina. Tað verður gjørt við at seta eitt upptøkutól upp í tingsalinum.Møguleiki verður at síggja talaran [...] ætlanin at leggja ljóð á royndarmyndina, sum fær beinleiðis samband við tinghúsið. Enn eru teknisku fyrireikingarnar ikki lidnar, men Finnbogi Ísakson, tingformaður sigur, at byrjað verður helt at senda [...] talaran á røðarapallinum, men eisini verður gjørligt at skriva tekst á myndina, eitt nú hvør røðarin er, málið ið verður viðgjørt og atkvøðugreiðslurnar. Fyribils verður tó bert ljóð sett á royndarmyndina
kkurin vil vera við, tó at tað er spell, at vit ikki kundu standa saman um eitt felags uppskot. Sámal Petur í Grund lovaði, at Sjálvstýrisflokkurin fer at viðgera uppskotið positivt. Framsøgumaður Miðfloksins [...] leggur upp til, at vit fyrst gera eitt føroyskt uppskot, segði hann, og vísti eisini á, at málið ikki varð nóg væl fyrireikað. ? Men fyri tað eru nógvir positivir tankar, og tað er positivt, at Javnaðarflokkurin [...] Sámal Petur í Grund úr Sjálvstýrisflokkinum segði, at nógvir positivir setningar eru í uppskotinum frá Javnaðarflokkinum, sum hann eisini metti vera eitt alternativ, ella ískoyti til uppskotið frá Lan
Fiskimannakonur. Blái Krossur Føroya er av tí áskoðan, at rúsdrekka als ikki eigur at verða nýtt umborð á skipum í heila tikið. Allir skipaeigarar eiga at hava ein rúsdrekkapolitikk og greiðar reglur hesum [...] vera ábyrgd skiparans, at hesar reglur verða fylgdar umborð á skipunum. Tá ið hugsað verður um ábyrgd av skipi og manning, er tað skilaleyst, at einki promillumark er galdandi fyri at føra skip. Tí vil Blái [...] Blái Krossur Føroya mæla til, at promillumarkið verður 0,0 og at hetta verður galdandi í allari ferðslu, bæði á sjógvi og landi.
Disklop í rygginum hevði við sær, at 46 ára gamli kollfirðingurin, Tróndur Simonsen, noyddist at velja sær arbeiði, ið til ber at gera standandi. Hann valdi at fara at fáast við traðkisúklur, og fyri stuttum [...] sveinastykki er javnan heilt norðuri í Vík og á Eiði. Tróndur fer at leggja seg eftir at gera eitt gott umvælingararbeiði. Góðska og prísur fara at fylgjast í arbeiðinum hjá Tróndi. Handil og verkstaður hjá Tróndi