Vit í Fjarhitafelagnum hava einki at krógva, og ei heldur eg sjálvur, tí hevur Fólkaflokkurin biðið um, at ein frágreiðing skal koma frá felagnum til borgaran. Ja, Schumann Hjaltalin, ikki hevði eg trúð, at tú undrast, hvussu ofta havi eg ikki hoyrt teg gjørt vart við, at tú ert ov lítið kunnaður um ymisk mál.
Eg kann vissa Schumann Hjaltalin og øll onnur um, at henda frágreiðing er ikki umbiðin fyri at Páll Petersen skal fáa eina frágreiðing frá Páll Petersen, men fyri at borgarin skuldi fáa innlit í viðurskiftini. Ætlanin var, at hetta skuldi viðgerast á opnum býráðsfundi, men varð hetta ikki til veruleika, tí aðrar kreftir í býráðnum ynsktu hetta ikki, og verður málið tí tikið upp á lukkaðum fundum.
Páll Petersen,
býráðslimur