Svarið frá Fólkaflokkinum var heldur ullint, men kann valla skiljast øðrvísi, enn at flokkurin ikki ynskir at vera í samgonguni – tí hann vil hava løgmann at skriva út nýval.
Men tað vil løgmaður ikki. Hann vil heldur mýkja støðuna, og tá má so merkja, at hann ætlar at reka Fólkaflokkin í rætt aftur.
Í fjør var eisini orrusta um fíggjarkarmin. Fólkaflokkurin tók ikki undir við honum, og í kjalarvørrinum restu andstøðuflokkarnir misálitisuppskot á løgmann.
Høgni Hoydal, Jenis av Rana og Kári P. Højgaard søgdu tá, at politiska støðan hevði verið merkt av fullkomnum ruðuleika í longri tíð.
Var ruðuleikin stórur tá, so er hann ikki minni nú – tá ein av samgonguflokkurin biður um nýval.
Tí er hugsandi, at misálit verður reist á løgmann og harvið samgonguna, á tingfundinum í morgin.
Avgerðina eiga Fólkaflokkurin og Tjóðveldi – um ikki løgmaður hevur gjørt undirhondsavtalu um okkurt annað.