Sum øllum kunnugt er flogvøllurin vesturi í Vágum ikki tíðarhóskandi og eru ikki nøktandi umstøður at gera hann størri. Tað er ikki ráðiligt at Landsstýrið fer undir størri íløgur við hesum flogvølli og eigur heldur at taka undir við vøllinum á Glyvursnesi sum jú er eitt Landsmál.
Tær kanningar sum nú eru um at verða lidnar á Glyvursnesi vísa at veðurlíkindini eru nøktandi og yvirhøvur fleiri fyrimunir enn vansar eru við hesum komandi nýggja vølli samanborið við Vágarnar umframt at á Glyvursnesi kann breytin verða 3 km til longdar.
Undirsjóartunnillin til Vágar eigur ikki at tvinnast saman við vøllinum í Sørvági.
Vøksturin í samfelagnum ger tað alneyðugt við einum altjóða flogvølli á Glyvursnesi, Tjóðini og vinnulívinum at gagni.
Johan Mortensen
Valevni fyri Tjóðveldisflokkin
Til Býráðsvalið