Í Sosialinum fyrr í vikuni nevndi Poul Mohr, skipasmiðjustjóri, at tað var sera óheppið, at fólk eru farin at kalla nýggja havnarlagið, sum bygt er á Skansaboðar, fyri Nyhavn. Hann helt ikki, at hetta var eitt navn, ið sømdi seg.
Finnur Johansen, fyrrverandi býráðslimur vísti eisini á, at hann fyri nógvum árum síðani hevur reist spurningin fyri býarmyndugleikunum.
Poul Mohr helt, at eitt hóskandi navn kundi verið »Skansabryggjan«, og hetta helt Tórfinn Smith, formaður í Havnarnevndini eisini vera eitt hóskiligt uppskot.
Marius Rein, sum í nógv ár starvaðist í útvarpinum, sigur við Sosialin, at at Niels Juel Arge, fyrrverandi útvarpsstjóri, tíðliga í sekstiárunum nýtti nøvnini »Skansabryggjan« um tað, vit vanliga nevna eystarabryggja og »Gulakletsbryggja« um tað, ið vit kalla Vestara Bryggja.