Línu og snellibáturin Granit úr Klaksvík, sigldi um tvey tíðina sunnunáttina á land í Æðuvík. Løgreglan varð boðsend av fólki á landi. Men tá Løgreglan kom á staðið, var báturin farin av aftur og silgdi [...] illa at sløkkiliðið koyrdi pumpur umborð. Sunnumorgunin varð Granit tikin upp á beding á Skipasmiðjuni í Havn. -NuD
Mánadagin 22. desember er møguleikin at hitta Eivør Páldóttir í Leikalund í Klaksvík. Her fer hon at signerða nýggju fløgu sína »Krákan«. Fløgan er sera væl umtókt bæði her heima, men so sanniliga eisini [...] stjørnir frá Gaffa, sum er kendt danskt tónleikatíðarrit. Í Íslandi hevur hon fingið framúr ummælir, er innstillað til bestu fløgu í Íslandi í ár og hevur eisini her selt sera nógv. Á fløguni eru 11 sangir
Fleiri bilasølur fara at sýna fram nýggjar bilar í ítróttarhøllini í Klaksvík komandi vikuskifti. Tað er Klaksvíkar Ítróttarfelag, ið skipar fyri bilstevnuni. Framsýningin av bilum verður leygardagin og [...] sjálvari stevnuni, og tí eru flestu bilasølurnar áhugaðar í at sýna fram sínar bilar. Stevnan verður leygardagi og sunnudagin frá klokkan 15 til 21. Í sambandi við stevnuna fara klovnarnir Fjotti og BoBo at [...] Simonsen, Bilfríðkan og Suzuki. Eisini fer P/F Hansen at sýna viðfestivognar fram. Fyrireikararnir siga í tíðindaskrivi, at stevnan vanliga verður væl vitjað, og at stevnan er vorðin fastur táttur seinastu
Århus Universitet, men tók í 1995 kandidatútbúgving við landbúnaðarháskúlan í Ås í Noreg, har evni hennara var húsdjór og alivinna. Turid Mørkøre hevur arbeitt við Akvaforsk í Ås og millum annað skrivað [...] Doktararitgerð Seinasta fríggjadag vardi Turid Mørkøre, sum er ættað úr Klaksvík, doktararitgerð við landbúnaðarháskúlan í Ås í Noreg. Heitið á ritgerðini var »Fettinnhold og produktutbytte i laksefisk« [...] skrivað bók um fóðurlæru. Hon hevur luttikið í fleiri norðurlendskum og europeiskum verkætlanum í samstarvi við ymsar granskingarstovnar.
verður læknamiðstøðin liðug at taka í nýtslu ár 2004. Viðtaluhølini hjá kommunulæknunum í Klaksvík eru als ikki nøktandi. Har er t.d. eingin møguleiki hjá fólki í koyristóli at koma til viðtaluhølini; [...] uppá 4 milj. kr. er heldur tepur í mun til tíðarætlanina. Tó mælir sosiala nevnd til, at arbeiðið verður sett í verk, og, at fíggjarligi parturin verður tikin uppaftur í komandi ári. Hesum tók fíggjarnevndin
Lambasprænin Solby A. Eliasen Klaksvík: Fólk vildu illa trúgva sínum egnu eygum, tá tey Dýrabiðidag vóru vitni til at fold okkara enn einaferð í ár bleiv kavaklødd. Í rættiligum illveðrið legðist kavin [...] Tað var rættiliga kalt og tað líktist eina løtu klakaveðrið. Kavin, sum var óvanliga drúgvur fyrr í vár, kom enn einaferð aftur. Og kuldin merktist sera væl. Og onkur var skjótur at taka til at hetta [...] lambasprænin, sum herjar Føroya land. Nógvur vindur var eisini henda dagin, og bátarnir, sum dagliga, í hesum verkfalsdøgum, sigla fólk yvir um Leirvíksfjørð, sigldu ikki nógvar túrar henda dagin, orsakað
funnin útideyður í Klaksvík. Maðurin varð funnin í bønum beint niðanfyri Stoksoyrarveg norðanfyri Norðborg. Maðurin var 60 ára gamal. Maðurin er dottin omanav vegnum og hevur ligið í bønum, til hann varð [...] lá tætt inn ímóti garðinum. Tískil hevur verið ringt at sæð hann frá vegnum, upplýsir sýslumaðurin í Norðoyggjum. Løgreglan leggur afturat, at maðurin var væl ílatin. Løgreglan veit ikki, hvussu leingi
20 ár eftir at John Lennon var skotin til deyðis, verður hann mintur við einum tiltaki í Klaksvík. Tiltakið verður í hølum hjá Norðoya Fornminnasavni, og á skránni er fyrilestur og tónleikur. Bergur Rasmussen [...] at spæla sangir, sum Lennon skrivaði í Beatles-tíðini og seinni. Bólkurin, sum rópar seg X-mas, spældi eisini fyri 10 árum síðani í sambandi við líknandi tiltak í Keypmannahavn. Bólkurin er mannaður við [...] Rana Nolsøe, Hera Ellingsgaard, Erik Biskopstø og Høgna Klakstein. John Lennon var skotin 8. desember í 1980, og tað er júst á 20 ára degnum, sum er fríggjakvøldið, at enski sangskrivarin verður mintur.
Í kvøld, mikuvøldið klokkan 19.00, verður Norðoyastevnufundur í Býráðshøllini í Klaksvík. Øll ítróttarfeløg, frítíðarfeløg og einstaklingar, sum eru áhugað at gera Norðoyastevnuna 2000 so fjølbroytta sum [...] sum møguligt eru vælkomin. Norðoya Frítíðar og Ítróttarráð hevur fastlagt, at stevnan verður í døgunum frá 1. Juni til 6. Juni, tað vil siga, at stevnan verður tveir dagar longri enn vanligt.Á norðoyastevnuni [...] betur og fjølbroyttari enn 1999, og til tað krevst, at nógv feløg og einstaklingar møta upp til fundin í kvøld kl. 19.00, sigur NFÍ.
ferðir í gjár varð ringt til løgregluna at boða frá, at eldur var í. Løgreglan sigur, at fyrru ferð var beint fyri klokkan 14 í gjár, tá ið boðað varð frá, at eldur var í einum húsum í Klaksvík. Tað vísti [...] lítla løtu seinni, tá ið boðað var frá eldi í einum bygningi í Havn. Men tá ið sløkkiliðið kom fram, vísti tað seg, at eldur var ikki í kortini. Tvørtur ímóti var talan var um eitt tekniskt brek, sum slóð [...] vísti seg, at eldur var komin í eina turkitrumlu, men tá ið sløkkiliðið kom fram, hevði húseigarin longu verið í holt við at sløkkja við eldsløkkjara, so skaðin er avmarkaður. Seinnu ferð var eina lítla