Í kvøld, mikuvøldið klokkan 19.00, verður Norðoyastevnufundur í Býráðshøllini í Klaksvík. Øll ítróttarfeløg, frítíðarfeløg og einstaklingar, sum eru áhugað at gera Norðoyastevnuna 2000 so fjølbroytta sum møguligt eru vælkomin.
Norðoya Frítíðar og Ítróttarráð hevur fastlagt, at stevnan verður í døgunum frá 1. Juni til 6. Juni, tað vil siga, at stevnan verður tveir dagar longri enn vanligt.Á norðoyastevnuni 1999 stóð NFÍ fyri øllum tiltøkunum á stevnuni, og sum heild eydnaðist stevnan stak væl, og nú stevnan verður tveir dagar longri, er ætlanin, at gera Norðoyastevnuna 2000 enn betur og fjølbroyttari enn 1999, og til tað krevst, at nógv feløg og einstaklingar møta upp til fundin í kvøld kl. 19.00, sigur NFÍ.