John Lennon í Klaksvík

Fríggjakvøldið verður eitt minnistiltak fyri John Lennon í Klaksvík. Á skránni er fyrilestur og tónleikur

20 ár eftir at John Lennon var skotin til deyðis, verður hann mintur við einum tiltaki í Klaksvík.

Tiltakið verður í hølum hjá Norðoya Fornminnasavni, og á skránni er fyrilestur og tónleikur.

Bergur Rasmussen fer at greiða frá ymiskum úr lívinum hjá John Lennon, og ein serligt samansettur bólkur fer at spæla sangir, sum Lennon skrivaði í Beatles-tíðini og seinni.

Bólkurin, sum rópar seg X-mas, spældi eisini fyri 10 árum síðani í sambandi við líknandi tiltak í Keypmannahavn.

Bólkurin er mannaður við Rana Nolsøe, Hera Ellingsgaard, Erik Biskopstø og Høgna Klakstein.

John Lennon var skotin 8. desember í 1980, og tað er júst á 20 ára degnum, sum er fríggjakvøldið, at enski sangskrivarin verður mintur.