Klaksvíkar býráð hevur samtykt eina fíggjarætlan fyri komandi ár, har játtaðar verða 4 milj. kr til læknamiðstøðina.
Undir innahýsis viðgerð av málinum er komið fram, at ein játtan uppá 4 milj. kr. er heldur tepur í mun til tíðarætlanina.
Tó mælir sosiala nevnd til, at arbeiðið verður sett í verk, og, at fíggjarligi parturin verður tikin uppaftur í komandi ári. Hesum tók fíggjarnevndin undir við.
Gongur alt sum ætlað, verður læknamiðstøðin liðug at taka í nýtslu ár 2004.
Viðtaluhølini hjá kommunulæknunum í Klaksvík eru als ikki nøktandi. Har er t.d. eingin møguleiki hjá fólki í koyristóli at koma til viðtaluhølini; trappurnar eru ein forðing, bæði hjá teimum og illa gongdum fólki.