Leygarkvøldið klokkan seks varð ein maður funnin útideyður í Klaksvík. Maðurin varð funnin í bønum beint niðanfyri Stoksoyrarveg norðanfyri Norðborg. Maðurin var 60 ára gamal.
Maðurin er dottin omanav vegnum og hevur ligið í bønum, til hann varð funnin. Umleið ein metur er niðurav gongubreytini og niður á bøin. Maðurin hevur ligið fjaldur, tí hann lá tætt inn ímóti garðinum. Tískil hevur verið ringt at sæð hann frá vegnum, upplýsir sýslumaðurin í Norðoyggjum. Løgreglan leggur afturat, at maðurin var væl ílatin.
Løgreglan veit ikki, hvussu leingi maðurin hevur ligið, hvør deyðsorsøkin var, og hon kann heldur ikki siga nakað um, nær hann varð sæddur seinast. Hon staðfestir bert, at maðurin varð deyður, tá fólk komu fram á hann.









