Doktararitgerð
Seinasta fríggjadag vardi Turid Mørkøre, sum er ættað úr Klaksvík, doktararitgerð við landbúnaðarháskúlan í Ås í Noreg.
Heitið á ritgerðini var »Fettinnhold og produktutbytte i laksefisk«. Ritgerðin er grundað á kanning, Turid Mørkøre hevur gjørt av millum øðrum føroykum alifiski.
Mett verður, at kanningarnar, sum doktararitgerðin er grundað á, kunnu fara at fáa stóran týdning fyri alivinnuna yvirhøvur.
Turid Mørkøre, er 37 ára gomul. Hon las lívfrøði við Århus Universitet, men tók í 1995 kandidatútbúgving við landbúnaðarháskúlan í Ås í Noreg, har evni hennara var húsdjór og alivinna.
Turid Mørkøre hevur arbeitt við Akvaforsk í Ås og millum annað skrivað bók um fóðurlæru. Hon hevur luttikið í fleiri norðurlendskum og europeiskum verkætlanum í samstarvi við ymsar granskingarstovnar.










