Eivør Pálsdóttur í Leikalund

   

Mánadagin 22. desember er møguleikin at hitta Eivør Páldóttir í Leikalund í Klaksvík. Her fer hon at signerða nýggju fløgu sína »Krákan«.
Fløgan er sera væl umtókt bæði her heima, men so sanniliga eisini aðrastaðni. Millum annað hevur hon fingið 6 stjørnir frá Gaffa, sum er kendt danskt tónleikatíðarrit. Í Íslandi hevur hon fingið framúr ummælir, er innstillað til bestu fløgu í Íslandi í ár og hevur eisini her selt sera nógv.
Á fløguni eru 11 sangir. 9 av sangunum hevur Eivør sjálv skrivað og sett tónleik til. Hini bæði eru gomul føroysk skjaldur, harav tað eina er "Krákan situr á steini", sum fløgan eitur eftir.
Eivør fer eisini at spæla nøkur løg "unplugged" Tiltakið byrjar klokkan 17.00.