Línu og snellibáturin Granit úr Klaksvík, sigldi um tvey tíðina sunnunáttina á land í Æðuvík. Løgreglan varð boðsend av fólki á landi. Men tá Løgreglan kom á staðið, var báturin farin av aftur og silgdi. Løtu seinni ringdi báturin til alarmsentralin. Teir vóru á veg til Havnar við einum manni, sum hevði fingið insulinsjokk.
Talan var um skiparan, sum hevði verið einsamall-ur á brúnni, tá hann fekk tilburðin, báturin fór á land. Tá Granit kom til Havnar varð maðurin fluttur á Sjúkrahúsið. Sambært løg-regluni fekk hann ikki varandi mein.
Báturin lak so mikið illa at sløkkiliðið koyrdi pumpur umborð. Sunnumorgunin varð Granit tikin upp á beding á Skipasmiðjuni í Havn.
-NuD









