fyrireika okkum til kreppuna, og hvussu møta henni, tá hon rakar. Ongin ivi var um, at hon rakar eisini okkum. Støðan í Føroyum varð fleiri ferðir samanborin við eina tsunami, sum longu hevur rakt aðrastaðni, [...] kreppu. Her var høvuðsboðskapurin, at ein sum hevur stýrt við skili áðrenn kreppuna, kemur styrktur út hinumegin. Tí kann kreppa eisini vera menning. Tá ið hon tók við leiðsluni á TrygVesta í 2002 hevði [...] tryggingarfelagið stórt undirskot. Við ógvusligum tiltøkum eydnaðist tað at venda gongdini, so felagið í dag er millum tey størstu í norðurlondum. Hon hevði sett sær fimm ár til tillagingarnar, tí slíkt
løgregluni hevði onkur sett bilin frá sær við lyklunum í, av teirri einfaldu orsøk at onkur annar skuldi koma eftir bilinum stutt eftir. Tá viðkomandi skuldi fara avstað við bilinum, var eingin bilur har, tí [...] komu á staðið kundu teir staðfesta, at ein maður rann íkring her, bert ílatin undirbuksur. Hann var ávirkaður av rúsdrekka og varð tikin inn á støðina at sova rúsin av sær. Í morgin varð hann latin leysur [...] boðaði frá húsaófriði í hennara egna heimi: Hon og maðurin vóru komin til ilnar um okkurt. Sum skilst er hetta ikki fyrstu ferð at fráboðanir av slíkum slagi koma úr hesum staði. Løgreglan fór á staðið og
- klødd í silki og perlur - spælandi við lítla sonin. Hon sær als ikki pøbilin uttanfyri vognin. Hinvegin starir maðurin í kloddunum - ímyndin av vesaldóminum - at kvinnuni. Tað er sum tekin um kollveltingina [...] sjálvum prentað sum bíligbók, so at sjálvt tey fátæku kundu ogna sær hana. Blaðið Le Constitutionnel skrivaði m. a., at um boðskapurin í skaldsøguni var lógligur, vildi núverandi samfelagsskipanin detta [...] Vatikanið fór so langt sum at seta Les Misérables á listan yvir bannaðar bøkur. Victor Hugo skrivaði í sítt testamenti: »Eg lati eftir meg 50.000 frankar til tey fátæku. Eg ynski at verða borin til kirkjugarðin
árið. Tá var avgjørt, at hann skuldi fara at lesa aftur av nýggjum, lesa til prest; men fyrst skuldi hann klippast ella krúnrakast, sum hetta nevndist. Hetta fór fram á tann hátt, at alt hárið varð rakað [...] Eittans ferðafólk er við, og hetta er eitt ungt konufólk, ið nevnist Gunnhild. Klæðir hennara vóru vánalig, og hon tóktist tí at vera ógvuliga fátæk. Um ferðina til Føroya er ikki stórt at siga frá; tey komu [...] eingin inni á landi at fagna henni; alt var so fremmant, so ókunnugt. Ikki langa tíð eftir hetta hitta vit Gunnhild í Kirkjubø. Hon er komin at tæna hjá bispinum; ein neyðarslig tænasta: hon skal vera fjóskona
fólk sær fram til at verða við í at loysa hesa uppgávuna. Hentur kunnleiki Tað er ikki ókent fyribrigdi at føroyingar hava arbeitt í øðrum londum, tá trot var á arbeiðsplássum her á landi. Hetta vísti seg [...] leitaðu sær í grannalond okkara at finna sær arbeiði. Fyri mong av hesum var nærum líkamikið, hvat slag av arbeiði tey fingu. Var eitt arbeiði til teirra í Danmark, Noregi ella hvar tað skuldi vera, so [...] greitt vísir. Hesi fólk hava í dag møguleika at nema sær kunnleika um sítt øki, og sum aftur kann verða brúkt til at menna eina føroyska oljuvinnu, um og tá hon einaferð gerast veruleiki. Halda fram í Noregi
Astrid á fótum. Hon fer til handils og hon fer í kirkju. Hon hevur gott skil á øllum og einki skal liggja ógjørt. Hugaligt at práta við Astrid; greið og livandi sigur hon frá mongum, og so er hon so væl nøgd [...] Hjalmar lá á Sanatoriinum, segði hann, at hann væntaði ikki at koma higani aftur á lívi. Astrid bað hann ikki tosa soleiðis, tí læknin hevði sagt, at hann skuldi vera har 3 mánaðir, - ?og so kemur tú heimaftur [...] heilsubótarørindum við mammubeiggjanum Pedda, sum tá var matrósur við ?Tjaldrinum?. Kríggið kom, og alt samband kvett. Tá kríggið var av, var Anna vorðin stór smágenta og so fastgrógvin, at hon bleiv verðandi
Ferðaráðnum. Saman við Olivuri við Neyst, Tórbirni Olsen og Karsten Olgari Lamhauge hevur hon lagt kalendaran til rættis. - Tað berandi í arbeiðinum at gera hendan kalendaran er at geva føroyskum listafólki [...] líknandi, sigur Aase Bømler Olsen. Endamálið við útgávuni er sostatt at vísa føroyska list og gera tað møguligt hjá einum størri tali av fólki at ogna sær eitt endurprent av føroyskum listaverki. Listafólkini [...] føroyskum, og øll listafólkini eru umboðað við einum verki, stuttari frágreiðing og persónslýsing. Støddin á kalendaranum er hóskandi, eisini til at verða send út í heim við posti. Á innaru síðuni á kápuni er
Nú røkist alt fyri, at gongd fer at koma á ætlanina um at byggja nýtt ellisheim í Klaksvík. Í oktober mánaði fara nøkur fólk til Kópavágs í íslandi at vitja fyri at kunna seg um, hvussu ellisheim har verða [...] umboð fyri landsstýrið og fyri lánistovnarnar fara við til Íslands. Tá bólkurin so kemur heim aftur, skuldi borið til at farið í gongd heilt skjótt við at bygt. Øki er tøkt, og nakað av peningini stendur [...] ligjandi, og tey verða tikin við, tá arbeiðsbólkurin fer at gera sítt álit. Arbeiða eisini Tað serliga við ellisbústøðunum í Kópavági er, at so stórur dentur verður lagdur á, at tey eldru skulu vera virkin
sum hon nú einaferð kann. Ann Mari valdi at fara í 3?aran, tí at hon hevur stóran áhuga fyri tónleiki. Hon helt eisini, at tað sá áhugavert út; hugsaði, at hetta var nakað fyri hana. - Ætlar ein sær í [...] tekur hon telefonina í avgreiðsluni. Orsøkin til, at hon valdi at fara í starvsvenjing á Løgmansskrivstovuni, er at hon fegin vil vita, hvat gongur fyri seg har. - Fyri tey, ið eru áhugaði, at fáast við [...] rv, so hevði hon væl kunna arbeitt har eitt tíðarskeið. Hon tekst ikki allatíðina við tað sama. Hon stendur við diskin, setir prísir á nýggjar vørur, setir vøru út í handilin og roynir at hjálpa kundunum
vænta av vitjanini, at Guð verður nær og fer at frelsa menniskju. Jenis av Rana sigur, at har gestirnir koma frá, Toronto, fer stór veking fram og fólk ferðast í stórum tali til Toronto at uppliva hetta. Steve [...] áður og hesaferð er eisini Kim Unrau við. Teir báðir eru høvuðstalarar, men hava umframt nógv fólk í fylgi við sær. Eini 10 forbiðarar og ungdómar. Teir halda, at við seinastu vitjan í ´97, vóru fólk sera [...] Witt vitjað eisini her í 1997. Steve Witt sigur, at tað merkist í Føroyum, at Harrin er her, ein ynskir at biðja her. Hann vildi fegin fingið fólk hendaveg at uppliva landið og soleiðis nærri Guði. Hann heldur