Havnarkona 90 ár

Hósdagurin 21. august var stórur dagur í Brekkugøtu 6 í Havn. Astrid Frederiksen fylti 90 ár.

Astrid er fødd í Havn 21. august 1907, foreldur hennara vóru Johanna, ættað úr Skopun og Hans Jacob Egholm úr Havn, vanliga nevndur Blokk. 6 vóru systkinini, systrarnar Jenny og Ingrid, sum báðar giftust og búsettust í Keypmannahavn, brøðurnir Hans og Jens Petur - Pedda - , sum báðir búðu í Havn. Astrid og tvíburðarsysturin fingu kykhosta sum lítlar og tvíburðasysturin doyði. Barnaheimið stóð í Magnus Heinasonargøtu/Sverrisgøtu, har Eirikstoft-brøðurnir seinni bygdu.

Sum nýgift búsettust Astrid og Hjalmar, sum var ættaður av Norðtoftum, í nýggj hús í Brekkugøtu, hetta var í 1932, í býlinginum, sum onkuntíð verður róptur Rabarbukvarterið. Her búleikaðust tey, og skjótt vóru børnini 3, Martin, Sonni og Anna.

Hóast framtíðin tyktist bjørt, hann sum skipsførari og parthavari í sluppuni ?Verdandi?, so skifti bráðliga; fá ár seinni fjaldu døpur skýggj leiðir teirra.

Dótturin Anna, sum tá var lítil smágenta, fór stutt fyri kríggið niður í heilsubótarørindum við mammubeiggjanum Pedda, sum tá var matrósur við ?Tjaldrinum?. Kríggið kom, og alt samband kvett. Tá kríggið var av, var Anna vorðin stór smágenta og so fastgrógvin, at hon bleiv verðandi hjá fólkunum, sum høvdu tikið hana til sín krígsárini. Í 60?unum var Anna nøkur ár í Føroyum, arbeiddi í Føroya Banka; tey árini var hon hondboltleikari í Kyndli.

Hervilig tuberklasótt tók Hjalmar frá teimum; 38 ára gamal andaðist hann 10. mars 1942 á Bróstsjúkrahúsinum í Hoydølum.

Astrid sat nú eftir við dreingjunum, 6 og 8 ára gamlir - og í nýggjum sethúsum.

Tá Hjalmar lá á Sanatoriinum, segði hann, at hann væntaði ikki at koma higani aftur á lívi. Astrid bað hann ikki tosa soleiðis, tí læknin hevði sagt, at hann skuldi vera har 3 mánaðir, - ?og so kemur tú heimaftur?. ?Nei?, sigur Hjalmar, - ?ikki vænti eg tað?.

?Spyr tú foreldrini, um tú kanst vera hjá teimum við dreingjunum, tá eg eri farin. So leigar tú húsini út, at tey ikki gleppa tær av hondum.?

Og Astrid so gjørdi, sum maðurin hevði sagt. Hóast mangan strævið, so gekk. Astrid fór út at vaska. Dreingirnir vusku til, vóru evnagóðir og ágrýtnir, og Astrid situr í somu húsum í Brekkugøtu.

Á 90 ára degnum stukku mong vinfólk inn á gólvið hjá Astrid, umframt næstrafólkið. Hon fekk eisini vitjan av systurdóttur úr Keypmannahavn, sum fyri mjørka hevði roynt 3 ferðir, áðrenn lendandi var seinnapartin sjálvan føðingardagin. Systurin Ingrid, sum nú er 92 ár og Astrid eru einastu av systkinaflokkinum, sum enn eru á lívi.

Sjáldan dagur, tú ikki sært Astrid á fótum. Hon fer til handils og hon fer í kirkju. Hon hevur gott skil á øllum og einki skal liggja ógjørt.

Hugaligt at práta við Astrid; greið og livandi sigur hon frá mongum, og so er hon so væl nøgd. Hví hon, sum alt sítt lív hevur stríðst fyri dagliga breyðnum nú á ellisárum fær pengar fyri einki at gera, ja det skylur hon ikki!

Ein teirra, sum í barnaárunum hevði dagligu gongdina í Brekkugøtu í heiminum hjá Astrid - og tá tey búðu í M. Heinasonargøtu hjá Johonnu og Hans Jakki, hevur manga kæra løtu at minnast aftur á. Har var ?høgt til loft og vítt til veggja?; har vóru eingi børn koyrd út aftur. Her spældu vit og leiktu, har gekk prátið, og har varð skemtað. Børn sum vaksin - har var hjartarúm.

Hóast Astrid á ongan hátt vil hava nakran sum helst háva gjørdan burturúr sær, so er øll góð grund til at bera henni eina hjartans heilsan á níti ára føðingardegnum og takk fyri rík og fjálg barna- og ungdómsminni.

Valla fellur riddarakrossur til konu úr Rabarbukvartarinum, hóast øll góð grund er til at heiðra tílíkar kvinnu, tær sum ongantíð kravdu nakað sum helst, men gjørdu sína skyldu.

Men Astrid er fegin. Hon takkar Gudi fyri hvønn dag, fyri góða heilsu og langt lív.

Við ynskinum um eitt fjálgt lívskvøld.


jákup