Føroysk list í kalendara

- Føroysk list hevur áhuga úti í heimi og tí er upplagt at gera ein føroyskan listakalendara, sigur listakvinnan Aase Bømler Olsen, sum hevur tikið stig til Føroyska Listakalendaran 2002

 

LIST

 

Turið Kjølbro

 

 

 

Saknar tú eitt størri fjølbroytni í útboðnum av souvenirs ella lutum, ætlað ferðafólki ella kenningum í útlondum, ber nú til at keypa ein føroyskan listakalendara. Tólv av navnframastu føroysku listfólkunum eru umboðað í Føroyska Listakalendaranum 2002, sum kemur í sølubúðirnar fyrsta dagin. Tikið stig til kalendaran hevur listakvinnan Aase Bømler Olsen, sum til dagligt starvast á Ferðaráðnum. Saman við Olivuri við Neyst, Tórbirni Olsen og Karsten Olgari Lamhauge hevur hon lagt kalendaran til rættis.

 

- Tað berandi í arbeiðinum at gera hendan kalendaran er at geva føroyskum listafólki umtalu og vísa, hvat tey kunnu. Føroysk list hevur áhuga úti í heimi og tí er tað eftir mínum tykki upplagt at gera ein føroyskan listakalendara. Í mínum arbeiði á Ferðaráðnum havi eg sæð ein tørv á einum slíkum kalendara. Eg havi saknað eitt størri úrval av lutum av góðari dygd, sum kunnu seljast ferðafólki, og fólk spyrja mangan eftir plakatum og líknandi, sigur Aase Bømler Olsen.

 

Endamálið við útgávuni er sostatt at vísa føroyska list og gera tað møguligt hjá einum størri tali av fólki at ogna sær eitt endurprent av føroyskum listaverki. Listafólkini hava øll egnan stíl. Har eru máttmiklu penslastrokini hjá Ingálvi av Reyni, litføgru landsløgini hjá Zachariasi Heinesen, fuglabjørgini hjá Astri Luihn, æviga bláa universið hjá Tróndi Patursson og sermerktu grafisku verkini hjá Aase Bømler Olsen. Kalendarin er á enskum, donskum og føroyskum, og øll listafólkini eru umboðað við einum verki, stuttari frágreiðing og persónslýsing. Støddin á kalendaranum er hóskandi, eisini til at verða send út í heim við posti. Á innaru síðuni á kápuni er ein listi yvir listafólkini.

 

Dansk Fæørsk kulturfond, Tórshavnar Býráð, Undirvísingar- og Mentamálastýrið, Mentanargrunnur Landsins og Listafelagið hava stuðlað útgávuni, sum er sera kostnaðarmikil.

 

- Fyrireikingarnar til útgávuna hava verið nógv meiri umfatandi enn eg hevði roknað við. Men gongur sølan væl, kann hugsast at vit halda fram at gera ein listakalendara á hvørjum ári.

 

Føroyski Listakalendarin 2002, sum kostar 148 krónur, verður til sølu frá nú av á kunningarstovum, í bókabúðum og Listaskálanum. Kalendarin er prentaður í 1000 eintøkum.