Gunnar G. Guttesen, úr 10 fl. í Tórshavnar Kommunuskúla, er í starvsvenjing á Hotel Hafnia, og skal verða har í tvær vikur. Vit spurdu hann, hvussu honum dámar at vera í starvsvenjing á einum gistingarhúsi.
Tað er spennandi, men tað er eisini strævið.
Gunnar hevur roynt bæði eitt og annað niðri á Hotel Hafnia. Ta fyrstu vikuna var hann í køkinum har hann var við í matgerðini. Síðani fór hann inn á matstovuna at starvast sum tænari, og har skal hann verða vikuna út.
Orsøkin til at Gunnar valdi Hotel Hafnia var, at hann fegin vildi royna seg innan gistingarhúsvinnuna, og hann helt seg hava fingið blóð á tonna, tí hann hevði fingið framtíðarvónir um at møguliga gerast tænari.
Ann Mari Blástein, úr 10 fl. úr Vestmanna Skúla, er í starvsvenjing í fløgudeildini í 3?arinum í SMS og tað hevur dámt henni væl. Hóast hetta neyvan verður hennara framtíðarstarv, so hevði hon væl kunna arbeitt har eitt tíðarskeið.
Hon tekst ikki allatíðina við tað sama. Hon stendur við diskin, setir prísir á nýggjar vørur, setir vøru út í handilin og roynir at hjálpa kundunum, so væl sum hon nú einaferð kann.
Ann Mari valdi at fara í 3?aran, tí at hon hevur stóran áhuga fyri tónleiki. Hon helt eisini, at tað sá áhugavert út; hugsaði, at hetta var nakað fyri hana.
- Ætlar ein sær í starvsvenjing í 3?arinum, skal ein ikki vera smæðin og allarhelst vera áhugaður í tónleiki, sigur Ann Mari til endans.
Ása Müller og Sólrun Jacobsen, báðar úr 10 fl. úr Vestmanna Skúla, eru í starvsvenjing hjá Berghestum.
Tær trívast báðar væl hjá Berghestum, men hetta er tó ikki teirra framtíðardreymur. Tær kundu tó møguliga hugsað sær, at
havt arbeiði har í frítíðini
Ikki gera tær so nógv ymiskt. Tær sópa og strigla nógv. Tá ið fólk koma at ríða, leiða tær hestarnar. At riðið hava tær eisini roynt.
Teimum dáma væl at fáast við hestar og tí valdu tær at fara í starvsvenjing hjá Berghestum.
- Teimum, ið dáma væl hestar og útiarbeiði, kunna fara í starvsvenjing hjá Berghestum, siga tær báðar, Ása og Sólrun.
Á bakarínum hjá Gunleivi eru tvær sekstan ára gamlar gentur, ið kallast Ata Høgnadóttir og Vivian Thorleifsson, í starvsvenjing. Tær ganga báðar í 10 fl. í Tórshavnar Kommunuskúla. Teimum dámar væl at starvast sum bakarar, men tað er ikki altíð stuttligt.
Ofta mugu tær standa í fleiri tímar og gera hálvmánar o.a., og tað er ikki so spennandi. Tað strævnasta tær báðar hava roynt er tá tær gjørdu 700 hálvmánar í ein dag.
Tá vit spurdu hví tær valdu Gunleiv´s bakarí søgdu tær, at tað var fyri at royna nakað øðrvísi.
- Okkum dámar væl her, men vit ætla okkum ikki at gerast bakarar. Møguliga konditarar. søgdu Ata og Vivian.
Sum nakað nýtt, hevur Tekniski Skúli í Havn boðið seg til at hava starvsvenjingarpláss. Ein av teimum, ið eru í starvslæru har er Kjartan Hansen úr Havn. Kjartan er sekstan ára gamal og gongur í 10 fl. í Tórshavnar Kommunuskúla. Honum dámar væl at sleppa at royna allar teir møguleikar, ið Tekniski Skúli hevur at bjóða og hann heldur hetta verða eitt sera gott til
tak. Hann hevur verið á øll
um deildum á skúlanum og hevur sæð hvussu næmingarnir arbeiða á skúlanum. Kjartan segði, at hann valdi Tekniska Skúla tí at tað ljóðaði áhugavert, og tað er tað eisini, leggur hann aftrat. Henda starvslæran kemur sera væl við hjá Kjartani, tí hann hevur altíð droymt um at gerast bilsmiður, so hetta er ein góð byrjan.
Anja Heinesen, úr 10 fl. Vestmanna Skúli, er í starvsvenjing á Løgmansskrivstovuni.
Har dámar henni væl at vera og hon kundi væl hugsað sær okkurt líknandi ar
beiði í framtíðini.
Anja ger nógv ymiskt. Fyrrapartar ger hon alt møguligt, t.d. skrivar á teldu, tekur fotoavrit og nógv annað. Seinnapartar tekur hon telefonina í avgreiðsluni.
Orsøkin til, at hon valdi at fara í starvsvenjing á Løgmansskrivstovuni, er at hon fegin vil vita, hvat gongur fyri seg har.
- Fyri tey, ið eru áhugaði, at fáast við teldu og sovorði, er hetta eitt gott stað at koma í starvsvenjing, sigur Anja.









