Føddur í aðalin - livdi við smámanninum

Franski høvundin, Victor Hugo varð føddur inn í franska yvirklassan í 1802. Við stóra samhuga sínum við smámannin, treivst hann ikki í yvirklassanum - og »hin minni menti« hevur merkt bókmentir hansara. Vit kenna m. a. Quasimodo - klokkaran úr Notre Dame og Les Misérables - Tey vesælu?

Eirikur Lindenskov


Enn einaferð er franska skaldsøgan, »Les Misérables - Tey vesælu« filmatiserað.

Hesaferð er tað tann danski filmsleiksjtórin við altjóða viðburðinum, Bille August, sum hevur leikstjórnað.

Høvundurin Victor Hugo varð føddur í franska yvirklassanum í 1802, men doyði sum fólkahetja tá hann sum 83 ára gamal legði frá sær í 1885. Í ungum árum var hann ein »promenentur royalistur«, men sum tíðin leið gjørdist hann vinstraradikalur. Kuganin av arbeiðarastættini gjørdi, at hann fekk áhuga fyri kúgagum og kúging, og í staðin fyri at skriva rørandi og vøkur listarverk fór hann heldur at skriva um órættvísi í samfelagnum.

Les Misérables er kendasta skaldsøgan hjá Victor Hugo. men longu tá bókin í 1862 kom út, var hann ein kendur rithøvundur í Frankaríki. Skaldsøgan um Klokkaran frá Notre Dame, um tann kúluta Quasimodo, var longu væleydnað, men við Les Misérables varð Hugo við tað sama heimsgitin sum m. a. gjørdi, at onkur skírdi bókina sum »vandamikla« - men fólkinum dámdi hana væl.

Drívmegin handan bókina var sterka kensla Hugo fyri óhugnaliga muninum, sum gjørdur varð á høgum og lágum í samtíðar samfelag hansara. Hugo lýsir í dagbók síni, hvaðani hugskotið til Valjean stavar, tá hann ein dagin sær ein mann - illa klæddan í skrøddum klæðum - verða hálaðan gjøgnum gøturnar í París av løgregluni - ákærdur fyri at hava stolið en breyðbita. Brádliga kemur ein fínur hestavognur framvið - og í vogninum situr ein ung vøkur kvinna - klødd í silki og perlur - spælandi við lítla sonin. Hon sær als ikki pøbilin uttanfyri vognin. Hinvegin starir maðurin í kloddunum - ímyndin av vesaldóminum - at kvinnuni. Tað er sum tekin um kollveltingina.

Les Misérables var eftir boðum frá Hugo sjálvum prentað sum bíligbók, so at sjálvt tey fátæku kundu ogna sær hana. Blaðið Le Constitutionnel skrivaði m. a., at um boðskapurin í skaldsøguni var lógligur, vildi núverandi samfelagsskipanin detta sundur, men Vatikanið fór so langt sum at seta Les Misérables á listan yvir bannaðar bøkur.

Victor Hugo skrivaði í sítt testamenti: »Eg lati eftir meg 50.000 frankar til tey fátæku. Eg ynski at verða borin til kirkjugarðin á einum líkvogni, sum verður nýttur til tey fátæku. Eg vil ikki hava nakrar bønir. Eg trúgvi ikki á Gud«

Kortini varð gjørt av at geva Hugo eina jarðarferð, ið hóskar einum røttum statsmanni. Í 24 tímar lá hann í eini vanligari einfaldari kistu, til hann var borðin til Panthéon, har matastu menn Frankaríkis eru grivnir. Við jarðarferðina talaði forsætisráðharrin, Henri Bresson: »Hvør maður í okkara tí stendur ikki í skuld til Victor Hugo? Fólkaræðið allastaðni syrgir deyða hansara«.

Hugo var vorðin fólkahetja og eitt symbol upp á trúnna í eini turbulentari øld - merkt av harðskapi og uppreistri, og jarðarferðarfylgi hansara taldi størstu fólkamongd, sum nakrantíð hevði verið at sæð í gøtunum í París.



Filmsbiografiin hjá Bille August


Spælifilmar:

Honning Måne, 1978

Zappa, 1983

Busters verden, 1984

Tro, håb og kærlighed, 1984

Pelle erobreren, 1987

Den gode vilje, 1992

Åndernes hus, 1993

Jerusalem, 1996

Frøken Smillas fornemmelse for sne, 1997


Stuttfilmir:

Guldhjertet, 1981 (22 min)

Kim G. - en cykelrytter på ordrupbanen, 1975 (21 min)



Stutt um Tey Vesælu

Revsifangin Jean Valjean skapar sær eina nýggja tilveru undir følskum samleika og verður vælumtóktur borgarstjóri í fátæka franska býnum, Vigau. Men fortíðin jagstrar hann - sum tann ótroyttiligi løgreglumaðurin, Javert, sum hevur mistanka til hansara. Valjean átekur sær lutin sum pápi at dóttrini hjá fátæku Fantine, Cosette, men er samstundis tvungin á æviga flýggjan undan Javert og hansara monnum. Til síðst enda Cosette og Valjean í París, har avdúkingin bíðar teimum undir harðrendu julikollveltingini í 1832