Edward Fuglø hevur gjørt listaverkini í tunlinum, sum síggjast á heimasíðuni hjá Sandoyartunlinum, sum greiðir soleiðis frá:
Eitt skip loysir frá bryggjuni yvir í Bergen. Seglini verða drigin upp, og so fer skipið spakuliga siglandi út eftir vágni; skipið skal til Føroya. Tað skal selja vørur, tað skal keypa vørur. Hetta er ein keypmansskúta. Eittans ferðafólk er við, og hetta er eitt ungt konufólk, ið nevnist Gunnhild.
Klæðir hennara vóru vánalig, og hon tóktist tí at vera ógvuliga fátæk.
Um ferðina til Føroya er ikki stórt at siga frá; tey komu vegin fram øllum góðum, og skipið kastaði akkerið á Havnarvág. Seglini vórðu tikin niður. Vit hugsa okkum, at Gunnhild hálvrædd stendur á skipsdekki og lítur inn yvir hetta fremmanda landið, hon er komin til.
Farið verður í land, og Gunnhild við í sínum gomlu, slitnu klæðum. Men har stóð eingin inni á landi at fagna henni; alt var so fremmant, so ókunnugt.
Ikki langa tíð eftir hetta hitta vit Gunnhild í Kirkjubø. Hon er komin at tæna hjá bispinum; ein neyðarslig tænasta: hon skal vera fjóskona á bispagarðinum.
Í fjósinum, sum stóð væl burtur frá húsunum, hevði hon so arbeiði sítt. Hon gav neytunum, hon mjólkaði teimum, sópaði undan teimum, og tá ið hon móð og troytt av dagsins virki fór til songar, var tað bert í eini neyðarsligari skemmu, sum var bygd upp í fjósið.
Tað mundi ikki vera lætt at tæna hjá bispinum; tí stundum síggja vit hana niðri í fjøruni, tá ið tari er upplagstur. Hon hevur ross hjá sær, og so stendur hon og skumpar tara upp í rossleyparnar og leiðir síðan rossið niðan eftir gøtuni við taraleypunum.
Í næsta húsi vóru eini gomul hjún. Eisini teimum rætti hon eina hjálpandi hond av og á, og tey vóru einastu vinir, hon átti.
Tá ið leið ímóti jólum, átti Gunnhild ein son; hann varð borin í heim í hesum fátæka fjósinum og fekk navnið Sverri. Og soleiðis byrjaði lívið hjá Sverra kongi.
Í fjósinum í Kirkjubø var ikki mikið, hvørki til matna ella klædna. Men kortini vaks og mentist drongurin, og saman við hinum dreingjunum streyk hann frá fjalli til fjøru, tá ið hann gjørdist so frægur, og mong løtan mundi fara í spennandi leiki um teigar og tún.
---
Hann hevði verið eitt skifti yviri í Noreg, men var nú afturkomin til Føroya.
Tá var ikki mikið av skúlum í Føroyum; men Sverri var so heppin, at hann slapp at ganga í skúla hjá munkunum í Kirkjubø. Hann var ein vitugur smádrongur; tað fall honum tí lætt at læra, og ikki var hann liðugur við skúlagongdina, fyrr enn hann var farin um fimtanda árið.
Tá var avgjørt, at hann skuldi fara at lesa aftur av nýggjum, lesa til prest; men fyrst skuldi hann klippast ella krúnrakast, sum hetta nevndist. Hetta fór fram á tann hátt, at alt hárið varð rakað burtur í einum stórum, rundum bletti uppi á kollinum. Soleiðis var siðurin tá á døgum hjá øllum teimum, sum vildu tæna kirkjuni.
Sverri gekk á prestaskúlan í Kirkjubø, til hann var útlærdur, og bispurin hevði vígt hann til prest.
So fer hann ein dagin inn til móður sína og sigur henni, at nú er hann vorðin prestur, og kanska hann seinni kann gerast bispur.
Tá opinberar hon fyri honum, at hann er kongssonur og næsti maður til Noregs krúnu.
Tað er alt í einum, at hann broytir ætlan sína; nú skal hann ikki vera prestur, men kongur, kongur yvir Noreg, kongur yvir Føroyum.
Hann ger so av at fara yvir til Noregs. Men fyrst giftist hann við Astrid, bispadóttrini.
Noregsferðina og um stríð hansara at ognast Noregs krúnu kanst tú lesa meira um í veraldarsøguni.
Tí so stórur kongur gjørdist hann, at hann fekk ikki einans navn sítt skrivað í norska tjóðsangin, nei, hann skrivaði navn sítt í veraldarsøguna. Og tað eru ikki nógvir føroyingar, ið hava gjørt honum tað eftir.
Sverri kongur doyði í árinum 1202.