dent á, at tað ikki skal skiljast sum um, at um hann ikki megnar at koma á danska landsliðið, so verður føroyska landsliðið ein pakkaloysn, tí sum hann sjálvur sigur, so fer hann altíð 100 % inn í uppgávurnar [...] hevur hann hugsað nógv um møguleikan at umboða Føroyar, tí hann er stoltur av at vera av føroyskari ætt, og tað er ikki hvør leikari, sum fær møguleikan at leika altjóða dysti. - Tá eg ikki fekk møguleikan [...] Vit tosa um hálva føroyingin, Claus Bech Jørgensen, sum í løtuni spælir við enska felagnum, Bradford. Hóast Bradford liggur niðaliga í ensku 1.deild, so hevur gingið strúkandi hjá hálva føroyinginum í enska
og so skal man bara vera ósamdur uppá ein siviliseraðan máta, sigur Henning Bøgesvang. Hjúnini Bøgesvang vóru serliga glað fyri at vera í Klaksvík, tí har var so stak gott at vera. ? Vit høvdu so stak [...] Eg minnist ein fyrrverandi skúlastjóri hjá mær einaferð segði, at tann sum bara hevur vinir, hann er eitt »skvat«, tí so hevur hann onga meining. ? Hevur tú eina meining, so er altíð onkur, sum ikki er samdur [...] Tak til dømis ein sjómann, sum bara er saman við mannfólki. Hjá honum er tað ein gleði at kunna greiða onkrum øðrum frá um hann er blivin pápi. ? Skipið er í meinigheitini í Gøteborg tað sum bygdin er í
hevur, sum áður nevnt, bæði lisið lestur í heimbygdini Svínoy og í Hvannasund, har hann nú býr. Hann er tí – um ein kann siga tað so – væl bevandraður í lestrarbókunum. Fyri hann er tað ikki bara sum at siga [...] lestrarnir ikki so lættir at lesa. Er tað til dømis ein heldur torskildur lestur, og hann ikki verður lisin ordiliga væl, so kann hann vera ringur at fanga hjá kirkjufólkinum. - Men so vil eg siga, at [...] hent seg meiri enn so, at eg, tá eg havi lisið dagsins lestur ígjøgnum fyrstu ferð heima við hús, at eg so haldi, at eg heldur finni mær ein annan, tí hesin er so torskildur. - Men so kann eg lesa hann ígjøgnum
dagarnar eftir »dómin«. Men, sigur tú so aftur, hví kann tað ikki raka meg sum so mong onnur? Hatta var tín uppfatan av tilveruni. So var bara at bíða. Tað var ein ræðulig tíð fyri okkum grannar og ikki [...] vinurin, (tað var slagorðið), tolin sum altíð og fyri frið skyld, ja, so fór Jóhannis bara aftaná. ? Eg komi aftur í morgin, vinurin, var svarið. Men gólvið fingu vit so liðugt. Seinni var altanin á skránni [...] verið ein øgilig gonga at sæð ? øll komið gangandi gjøgnum Líðina og yvir um aftur sandin. Tað kann bara hugflogið sera í gongd! Nú tá tað fjaraði meira út segði eg við Elinborg tann eina dagin (ein av teimum
landsliðnum, har eg so hoyrdi til eldra endan. Tá vóru vit jú allar í sama báti, og onkur teirra tóktist nærum skelkað, nú tær sóu, at vit sum so bara vóru eins vanligir persónar sum tær. Alt hongur saman [...] um hetta, uttan at eg tó hevði fingið so nógv at vita, og tá sessurin so stóð mær í boði, ja, so hví ikki. Tað hevði eg so einki ímóti at royna. Sigrun sat so sum formaður í nærum trý ár. Spurd, um tað [...] eisini ein partur av spælinum, og hetta krevur jú eisini, at tú hevur hug til at vera við. - Eg má siga, at fari við eldhuga inn á vøllin, og brenni eg til dømis ein 100% møguleika, so er tað ikki bara keðiligt
vit hava ein ljósmotor við okkum úr Havn til sterku lampurnar. Húsavík var nevniliga ein av síðstu bygdunum í Føroyum, ið fingu streym. Lampurnar kravdu nógv, og motororkan var so sum so, so streymstyrkin [...] gjøgnum lívið. – Tað kann væl vera, at myndatøkan hevur gingið undir at vera eitt ítriv, men hon tók rættiliga nógva tíð frá tínum dagliga yrki sum ursmiður. Eg minnist, at pápi Jákup Andreas [Skilling [...] – So pápi tín er av Nesi. Nes og Toftir hava ein framúrskarandi sólargang – ein tann besta í landinum, staðfestir Jákup Andreas Arge, meðan hann fer á føtur og gongur yvir til køksgluggan í húsinum
at tað kann vera, at flytan av einum stovni samanlagt kann vera ein fyrimunur fyri samfelagið. Men um tú bara tekur í rúgvini av teimum stovnum, sum man umsitur sum landsstýrismaður og flytir ein her og [...] hendir sum snarljós av klárum himni - tað er nakað, sum landsstýrismenn einsasmallir taka avgerð um og so bara verður framt. Sjálvur sigur hann seg alla tíðina hava undrast á hesa mannagongdina, sum tykist [...] samgonguni ikki ein løgmann og skipara, sum nettupp hevur tosað nógv um rationalisering á ein skipaðan hátt ? og hví loyvir hann tá slíkum? -Tað er ein spurningur tit eiga at seta løgmanni. Eg kann bert siga
hálvvaksin og hetta var ein so traumatisk hending fyri meg, at eg síðan havi biðið Gud vara meg frá eldi í náttarbønini. Tað var ikki bara ein bygningur sum hvarv, tað var ein heil søga, ein heil mentan. Han [...] samband við fólk. Eisini konur, sum vanliga ikki gingu nógv úti sóust í handlinum av og ein. Mýr-Anna Ein av hesum kvinnu imponeraði meg serliga nógv. Tað var Mýr-Anna. Hon var ein prektig kvinna. Hetta var [...] fyri tað fyrsta var hon ein prúð og myndug madamma við sterkari útstráling, og so var hon útlendingur og tosaði eitt heilt fremmant mál, sum eg ongantíð hevði hoyrt fyrr, men sum eg allíkavæl skilti. Hon
gittar sum yngri, og tað var eisini frá honum, eg lærdi tey fyrstu grepini. Annars sang mamma mín fyri mær, meðan pápi mín má sigast at vera sera ómusikalskur. Rætt skal vera rætt so høvdu vit ein part av [...] sungið og spælt. Í so máta er tónleikurin ein týdningarmikil partur av mær. Men eg kann gott vera tónleik fyriuttan. Og mangan dyrki eg heldur friðsemi fram um tónleikin. Eg eri ikki ein annar Kim Hansen [...] tónleikin ávirka sinnið. Men eg undrist, at so nógv orka er løgd í at venja og spæla so nógvan depressivan antimelodiøsan tónleik. Men tónleikur, sum í míni verð kann tykjast lítið sigandi, gevur ivaleyst meining
ongantíð at taka heim við, tí hon var so flóv av mammuni. Hon sigur, at tað besta, hon kundi finna upp á, var at vera so fitt sum gjørligt. - Eg hugsaði, at bara eg var fitt, so kanska mamma ikki fór at drekka [...] ganga. - Tað, sum hevur bjargað mær, er at eg eri trúgvandi. Og so havi eg eina ótrúliga fitta og góða ommu, sum hevur verið ein avbera stórur stuðul hjá mær alt lívið og er tað enn. Og so sigur Annika [...] ølklubba, sum tað nevndist, tá ið hon var barn. Sjálvt um hon undrast á, hvussu tað bar til, at tað var loyvt at hava børn við inn í ein ølklubba. - Eg slapp ikki at vera barn, tí longu sum stór óvitagenta